5011.15 - Java fyri C++ forritarar


Skeiðsnummar
5011.15
Heiti
Java fyri C++ forritarar
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS), Innleiðandi forritan við C++ (7,5 ECTS), Objekt-grundað forritan við C++ (7,5 ECTS), Objektrættað forritan við C++ (7,5 ECTS)
Endamál
Skeiðið lýsir munir - ástøðiligar og praktiskar - ímillum C++ og Java, og miðar eftir eini smidligari yvirgongd til Java fyri C++ forritarar.
Innihald
Ástøðiligir og praktiskir munir ímillum Java og C++. - Menningar- og koyrings-umhvørvið í Java. - Amboð til íverkseting av skipanum, sum eru forritaðar í Java. - IO-umsiting, undantøk og serialisering. - Design av brúkaraflatum við hjálp av grafikki og Java-GUI. - Applettir, tráðir og klient-server forritan. - nýtt í Java 8 (t.d. functional interfaces, lamda expressions, method references)
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT062G Java för C++ programmerare, / DT062G Java for C++ Programmers, umframt stuðulsundirvísing á NVD (uml. 3 tímar/viku).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - kenna munir ímillum C++ og Java serliga viðv. syntaksi, arving og stýring av minni (memory allocation) - kunna skriva og brúka applets, - kunna brúka røðir av tráðum (multiple threads), - kunna brúka grafikkin í Java, - kunna brúka komponentar, layoutmanager og eventmanager í Java-GUI, - kunna forrita Java-skipanir sum samskifta yvir internet, og - kunna brúka IO-pakkan í Java til at arbeiða við fílum og fyri at serialisera objektir. - kenna mest týðandi nýggjar hentleikar í Java 8
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 3 ECTS, og ein roynd telur 4,5 ECTS, sum verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið.
Lestrarlisti
Jan Skansholm, Java direkt med Swing, Studentlitteratur, seinasta útgáva: ISBN: 9789144104317 Upplaga: 8 Revisionsår: 2014 https://www.studentlitteratur.se/#9789144104317/Java+direkt+med+Swing Næmingar kunna supplera svensku bókina við ensku bókini: Harvey Deitel, Paul Deitel: Java How To Program (early objects): Global Edition Paperback – 3 Oct 2014 http://www.amazon.co.uk/books/dp/1292018194/ref=sr_1_1?ie=UTF8&qid=1444138587&sr=8-1&keywords=Java+How+to+Program Pearson; 10 edition ISBN-10: 1292018194 ISBN-13: 978-1292018195
Ábyrgd
Hannes Gislason