5014.10 - Databasur og SQL


Skeiðsnummar
5014.10
Heiti
Databasur og SQL
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva eina innleiðing í teori og metodur innan databasur og umsiting av databasum. Lært verður um datamodellering og databasumálið SQL, PL/SQL. Tey lesandi koma at arbeiða við MySQL-databasuni í smærri verkætlanum, og hetta gevur grundarlag fyri seinni skeiðum í web-menning.
Innihald
Databasur og brúk av databaasum, ER-modellið, relatiónsdatabasuástøði, relatións hættir, relatiónir, talvur, tupplar og relatiónsútrokningar, relatións algebra og relatiónsútrokningar fyri økir (domains), databasumálið SQL, index, hashing, íverkseting og optimering av databasuleitingum, databasubroytingar, databasuumsiting, tíðar- og staðarlig dataumsiting, objektgrundaðar databasur. MySQL og PostgreSQL forritan, íverkseting av smærri verkætlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Abraham Silberschatz, Henry F. Korth, and S. Sudarshan. Database System Concepts, 6th edition, McGraw Hills Co., 2010.
Ábyrgd
Sergei Vorobyov