5019.14 - Støddfrøði 1 til kunningartøkni
Skeiðsnummar
5019.14
Heiti
Støddfrøði 1 til kunningartøkni
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum eina innleiðslu í diskreta
støddfrøði við atliti at nýtslu í teldufrøði, við tí fyri eyga at geva eitt gott
ástøðiligt grundarlag fyri víðari arbeiði.
Innihald
Grundleggjandi støddfrøðiligt háttalag, logikkur, teljutrupulleikar, relatiónir,
funktiónir, ordan, l´Hospitals regla, trø, grafar, brúk av forritinum Maple.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvstøðugt arbeiði
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið verður væntað av studentinum, at hann sjálvur
kann:
• avgera um ein støddfrøðilig próvførsla er røtt við at brúka reglurnar fyri
logiskum niðurstøðum.
• orða einkul støddfrøðilig prógv, serliga við at brúka støddfrøðiliga
induktión og mótstríðsprógv.
• gera útrokningar og brúka algoritmur, ið eru innan evnini, ið skeiðið
snýr seg um - herímillum serliga at:
◦ gera formellar logiskar operatiónir á støddfrøðiligar útsagnir.
◦ kenna aftur ymisk sløg av relatiónum og brúka hesar.
◦ greina kombinatoriskar trupulleikar við at brúka teljuhættir eins væl
og algebraiskar operatiónir.
◦ kenna aftur ymisk sløg av grafum og brúka sentralar aloritmur
knýttar at hesum.
◦ arbeiða við rekursivum definitiónum og loysa lineerar homogenar
rekursiónslíkningar á øðrum stigi við konstantum koefficientum.
• vera vælkendur við støddarordan hjá eini funktión og brúk av O-notatión. Og at brúka l´Hospitals reglu í hesum sambandi.
• knýta samband millum støddfrøðiligu evnini í skeiðnum og
teldufrøðiligar trupulleikar.
• at nýta forritið Maple at til lýsa og til at loysa ávísar støddfrøðiligar og teldufrøðiligar trupulleikar - serliga í verkætlanunum.
Próvtøkuháttur
Skrivligar verkætlanir og multiple choice royndir gjøgnum skeiðið.
Endurpróvtøka er 4 tíma skrivlig próvtøka við vanligum hjálparamboðum
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Kolman, Busby, and Ross: Discrete Mathematical Structures, 6th Ed., Pearson
Education. Chapters 1-8, and weeklies and notes.
Ábyrgd
Gunnar Restorff