5020.17 - Forritanar verkfrøði


Skeiðsnummar
5020.17
Heiti
Forritanar verkfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Hetta skeiðið liggur seint í útbúgvingini tá 20 onnur skeið (150 ECTS) hava verið. Ynskiligar fortreytir er tí ein breið almenn vitan og búning svarandi til minst uml. 15 skeið (112,5 ECTS) úr KT-verkfrøði útbúgvingini, t.d.: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við C++, Støddfrøði 1 til Kunningartøkni, Objektgrundað forritan við C++, Databasur og SQL, Innleiðing í Web skipanir, Objektrættað forritan við C++, Algoritmur og datastrukturar, Design mynstur við C++, Stýriskipanir, Datatrygd og góðska av forritum, Web skipanir við ASP.NET/C#, Verkætlanarleiðsla, KT-verkætlan.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fáa eitt gott innlit í forritanar-verkfrøði, gera kanningar og menning innan evnið, og at gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing um ein spælimotor, sum verður løgd fram og vard við munnligari próvtøku.
Innihald
Arbeiðshættir innan software menning og ymisk model fyri skipanar-menning, har ein spælimotorur verður brúktur sum gjøgnumgangandi dømi og uppgáva; við áherslu á góðsku, dokumentatión og amboð innan software menning: - software prosessir; dømi: Rational Unified Process (RUP) - agil software menning - kravfestingar-verkfrøði - system modellering - arkitekturur og design - design og implementering - forritað verður í C++ og Simple DirectMedia Layer savnið verður brúkt (https://www.libsdl.org/) - software testing - software evolutión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og verkætlanar-arbeiði. Ein skrivlig verkætlanar-frágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: - hættir og tøknir innan menning av skipanum - objektrætting, UML og hættir, sum byggja á UP - skilja og greiða frá spælimotor-arkitekturi - íverkseta eina spælimotor-prototypu við brúk av hættum og tøknum, sum eru lærdir í hesum skeiði - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta) verkætlanarfrágreiðing, sum gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu spælimotor-verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking. - sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu verkætlanarfrágreiðingina.
Próvtøkuháttur
- lesandi við góðkendum verkætlanum vera innstillaðir til eina munnliga einstaklinga-próvtøku, har verkætlanarfrágreiðingin hjá tí lesandi verður løgd fram og vard. Endaligt próvtal verður givið eftir eini heildarmeting av bæði skrivligum og munnligum avriki. - lesandi, sum ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til endur-próvtøku. - lesandi, sum ikki fingu sína verkætlan góðkenda fáa próvtal 00/ikki staðið, og sleppa til endur-próvtøku, tá teir hava latið eina góðkenda verkætlan inn, sum kann vera ein rætting av upprunaligu verkætlanarfrágreiðingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Software Engineering, Tenth Edition, eftir Ian Sommerville . Paperback: 816 pages Publisher: Pearson; 10th edition Language: English ISBN-10: 1292096136 ISBN-13: 978-1292096131 https://www.amazon.co.uk/d/Books/Software-Engineering-Ian-Sommerville/1292096136/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1481713805&sr=1-1&keywords=software+engineering+sommerville Game Engine Architecture, Second Edition, eftir Jason Gregory. Hardcover: 1052 pages Publisher: A K Peters/CRC Press; 2 edition (29 Sep 2014) Language: English ISBN-10: 1466560010 ISBN-13: 978-1466560017 http://www.amazon.co.uk/Game-Engine-Architecture-Second-Edition/dp/1466560010/ref=dp_return_1?ie=UTF8&n=266239&s=books
Ábyrgd
Hannes Gislason