5022.16 - Web skipanir við ASP.NET / C#


Skeiðsnummar
5022.16
Heiti
Web skipanir við ASP.NET / C#
ECTS
7,5
Fortreytir
30 ECTS í KT-verkfrøði: 7,5 ECTS í Innleiðing í web skipanir, 7,5 ECTS í databasum og 15 ECTS í objektrættaðum málum so sum C++, Java ella C#.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at læra at menna interaktivar databasudrivnar web skipanir við ASP.NET MVC/C# amboðum.
Innihald
Menning av ASP.NET MVC 5 heimasíðum við Visual Studio Express 2013. Dentur verður lagdur á grundleggandi hugtøk innan fyri ASP.NET MVC so sum: • Model-View-Controller pattern • Razor • Unit Test • Databasu integration / Linq • Skabelónir / Layouts • Ajax • Validering av brúkara input • C# • Responsive Design
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við eini verkætlan, sum verður stuðlað av fyrilestrum og vegleiðing frá undirvísarum úr KT-vinnuni. Verkætlanin skal latast inn og góðkennast fyri at sleppa til próvtøku
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: • Menna ASP.NET MVC Web Skipanir, við Visual Studio 2013 og C#. • Skilja og duga at brúka grundleggjandi hugtøk innan ASP.NET MVC – Model-View-Controller pattern, Razor Views, URL Routing, Controllers, Filters, Helper Methods, Model Binding, Layouts, Validation, Ajax • Brúka Entity Framework og LINQ til at arbeiða við databasum. • Gera einfaldar Web Services við ASP.NET Web API.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka. Setur-telda loyvd til innskriving, annars eingi onnur hjálpiamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pro ASP.Net MVC 5 (Expert's Voice in ASP.Net) – Adam Freeman [Paperback] Apress; 5th Revised edition (23 Dec 2013) ISBN-10: 1430265299 ISBN-13: 978-1430265290 http://www.amazon.co.uk/Pro-ASP-NET-Experts-Voice-ASP-Net/dp/1430265299/ref=sr_1_1?ie=UTF8&qid=1403270805&sr=8-1&keywords=mvc+asp.net
Ábyrgd
Hannes Gislason