5027.16 - KT-trygd


Skeiðsnummar
5027.16
Heiti
KT-trygd
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á minst B-stigi.
Endamál
Sum brúkari økja vitanina um trygdarhóttanir og avbjóðingar í Windows-verðini. Innlit í hvussu teldusnýkar arbeiða fyri at bróta inn í KT-skipanir er neyðug fyri at kunna varðveita eitt trygt KT-umhvørvi. Tú vilt sum lesandi fáa gott innlit í hvussu teldusnýkar leypa á Windows-netverk, og hvørji amboð og hættir teir brúka.
Innihald
Upplýsingar - hvørjar upplýsingar eru á netinum um flestu feløg, - hví eru hesar upplýsingar týðandi fyri ein teldusnýk? - hvussu fær man hendur á hesum upplýsingum? Kortlegging - ymiskir hættir til portskanning, - hvussu virka hesir teoretiskt? - hvussu kan ein teldusnýkur brúka hesar ímóti fyritøkum? - gjøgnumgongd av forritunum Nmap og Zenmap, - eyðmerking av applikatiónum og stýriskipanum, - gjøgnumgongd av nýggjastu veikleikum í nógv brúktum forritum, - nýtsla av sjálvvirkandi trygdar-forritum, - manuel staðfesting av trygdarveikleikum, - hvussu veit man hvørjir trygdarvandar eru álvarsligir og mugu rættast við dagføringum, Loggar - hvussa kan man sperra ein áleypara, - hvørjar upplýsingar eru í loggunum, - greining av diskum og USB-lyklum, Loyniorð - hvussu trupult og skjótt er tað at bróta ymisk sløg av loyniorðum í Windows-umhvørvi? - heinta loyniorð ígjøgnum Cache Hash dumping, - bróta loyniorð við rá-kraft, orðabók og ælaboga-talvum, - hvørji forrit eru til taks at bróta loyniorð, og hvussu virka hesi? Álopshættir - hvussu brúkar ein teldusnýkur exploits-forrit? - buffer yvirflóð, - maður-ímillum álop, - hvussu yvirvakir man datasamskifti á netverkum? - forrit til yvirvaking av netverkum, - hvat er rootkits og hvussu kann ein teldusnýkur brúka tey? - hvussu kan man reinsa loggar í eini yvirtiknari skipan? - Metasploits-forrit til trygdartestir, WLAN - eyðmerking og mapping av WLAN, - sniffing av WLAN, - bróting av WLAN-trygd (WEP, WPA och WPA2), - heinta WLAN-loyniorð frá cach.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT143G IT-forensik / DT143G Forensic Information Technology
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - greiða frá hvussu ein teldusnýkur/hakkari arbeiðir, - forklára hvør verja kann brúkast ímóti álopum, - greiða frá vanligastu amboðum, sum teldusnýkar brúka, - brúka vanligastu trygdaramboð til verju ímóti álopum, - greina hóttanir ímóti datatrygd og fysiskari trygd, - greiða frá trygdartestum, - testa amboð til álop í einum tryggum umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Góðkend I102 (staðið/ikki-staðið), umframt fylgjandi innlatingar sum íalt telja 4,5 ECTS (L102: 1,5 ECTS, L202: 1,5 ECTS, L301 1,5 ECTS), og ein verkætlan telur 3 ECTS (P101), sum allar vera dømdar eftir ECTS-skalanum. Legg til merkis: Tann sum ikki innan 3 vikur frá skeiðsbyrjan hevur gjørt innlating I102, kann missa pláss sítt á skeiðnum.
Lestrarlisti
Grant Allen, Beginning Android, APRESS, 5, 9781430246862, http://www.apress.com/9781430246862 Viðm.: lærubókin kann keypast digitalt beinleiðis frá forlagnum.
Ábyrgd
Hannes Gislason