5028.17 - Verkætlanarleiðsla


Skeiðsnummar
5028.17
Heiti
Verkætlanarleiðsla
ECTS
7,5
Fortreytir
Web skipanir við ASP.NET
Endamál
At geva tí lesandi innlit í ‘verkætlan’ sum arbeiðsformi, at skilja millum ymiskar hættir, og fáa kunnleika til ymisk amboð innan verkætlanarleiðslu. Tann lesandi skal hava førleikar at skilja og luttaka í øllum pørtum av verkætlanarleiðslu frá endamálsorðing til fremjing og eftirmeting.
Innihald
- Søgan hjá verkætlanini - Verkætlanararbeiðsformurin - Hvat er endamálið við verkætlanini - Hvør skal brúka úrslitið - Ætlanin fyri verkætlanini - Samskipan av verkætlanini - Verkætlanarleiðarin sum stýrimaður - Samskifti og broytingar - Leiða verkætlanartoymið - Fleiri verkætlanir í einum (portefølje)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar - Uppgávur - Innlatingar - Framløgur
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: - Tilrættisleggja verkætlan við støði í hentum verkætlanaramboðum, sum eru viðgjørd í skeiðstilfarinum. - Greina týðandi leiðslu- og samskiftishættir sum verkætlanarleiðari eigur at fyrihalda seg til í mun til verkætlanarumstøður og tilfeingi. - Greina endamál, veitingar og successkriteriir fyri verkætlanina - Meta um, planleggja og fylgja gondini í verkætlanini - Lýsa umstøður verkætlanin er fevnd av t.d. vandum og áhugabólkum
Próvtøkuháttur
Tvær skrivligar innlatingar til góðkenningar áðrenn próvtøku. Próvtøkan er í tveimum pørtum. - Tann fyrsti er ein munnlig framløga sambært spurninginum, næmingurin tekur inni í próvtøkurúminum. - Hin seinni er spurningar frá lærara og próvdómara viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum. Tað er eingin fyrireikingartíð, eftir at tann lesandi er komin inn í próvtøkurúmið. Lesandi við góðkendum innlatingum verða innskrivað til munnliga einstaklinga-próvtøku, har endaligt próvtal verður givið eftir eini heildarmeting av munnligari framløgu og ástøðiligum kunnleika. Lesandi, sum hava gjørt góðkendar innlatingar, men ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til endurpróvtøku. Lesandi, sum ikki hava latið inn og fingið sínar innlatingar góðkendar, og tí ikki vórðu innskrivað til munnligu próvtøkuna, fáa próvtalið -3/ikki staðið. Hesi sleppa til endurpróvtøku, tá tey hava gjørt og fingið góðkent sínar innlatingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Power i projekter og porteføljer af Mette Lindegaard Attrup, Niels Ahrengot og John Ryding Olsson, 3. udgave, DJØF, 04-12-2015 Hardback: 433 sider ISBN-13: 9788757422269 https://www.saxo.com/dk/power-i-projekter-og- portefoelje_john-ryding-olsson_indbundet_9788757422269 Eyka tilfarð: https://www.djoef-forlag.dk/sites/poweriprojekter/
Ábyrgd
Hannes Gislason