5030.16 - Design mynstur við C++


Skeiðsnummar
5030.16
Heiti
Design mynstur við C++
ECTS
7,5
Fortreytir
Objektrættað forritan við C++ / DT060G Objektorienterad programmering i C++.
Endamál
At geva eina innleiðing í design mynstur, sum eru almennar loysnir til afturvendandi trupulleikar innanfyri menning av software. Brúk av design mynstrum viðger endurnýtslu av bæði design og kodu, og minkar tí um menningartíðina av nýggjum og betri skipanum.
Innihald
- Objektrættaði hugtøk, samband ímillum typur, markamót og klassar, - UML-skrivihættir, - ymisk sløg av design mynstrum, - vanlig design mynstur frá teimum ymisku sløgunum, - íverksetan av design mynstrum í C++.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT063G Designmönster med C++ / DT063G Design Patterns with C++, umframt stuðulsundirvísing á NVD (uml. 3 tímar/viku).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - eyðmerkja og lýsa týggjutals av teimum vanligastu design mynstrunum, umframt at forklára nær og hvussu tey kunna brúkast til at loysa vanligar designtrupulleikar, - tulka grafiskar specifikatiónir av design mynstrum í UML, - velja og grundgeva fyri vali av design mynstri til ein givnan designtrupulleika, - tillaga design mynstur til aktuellar applikatiónir, - íverkseta viðgjørd design mynstur í C++.
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 4,5 ECTS (L104), og ein roynd telur 3 ECTS (T104), sum verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Í minsta lagi helvtin av uppgávunum skulu vera góðkendar áðrenn próvtøkuna. Legg til merkis: Tann sum ikki innan 3 vikur frá skeiðsbyrjan hevur gjørt innlating I104, kann missa pláss sítt á skeiðnum.
Lestrarlisti
Alan Shalloway, James Trott, Design Patterns Explained, Addison Wesley, second edition, ISBN 0321247140 http://www.amazon.co.uk/Design-Patterns-Explained-Perspective-Object-Oriented/dp/0321247140/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1449488779&sr=1-1&keywords=Design+Patterns+Explained
Ábyrgd
Hannes Gislason