5032.14 - Forritan til Android
Skeiðsnummar
5032.14
Heiti
Forritan til Android
ECTS
7,5
Fortreytir
30 ECTS í KT-verkfrøði við 22,5 ECTS í objektrættaðum málum so sum C++ og/ella Java.
Endamál
Android er ein nýggjur opin plattformur fyri fartelefonir grundaður á Linux og við Google sum ein av drívandi mennarunum. Skeiðið gevur tær ástøðiligan kunnleika um platformin og teir lutir sum tilsamans mynda stýriskipanina í Android, umframt praktiskan kunnleika til at menna og íverkseta applikatiónir til Android.
Innihald
- bygnaðurin av Android plattforminum (Linux kernel, Libraries, Android runtime, Application framework, Applications),
- gjøgnumgongd av Android Software Development Kit,
- menningaramboð til Android,
- lívsringrásin fyri eina applikatión í Android,
- vanligir byggisteinar (Activites, Views, Intents, Intent Receivers, Services, Content Providers),
- trygd og rættindi í Android,
- design og íverkseting av grafiskum brúkaraflatum við brúk av XML,
- 2D-grafikkur og eginmenning av GUI-komponentum,
- nýtsla av ljóð og video í applikatiónum,
- goymsla av data (Preferences, Files, Databases),
- samskifti yvir netverk,
- API´s til staðgrundaðar tænastur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna:
- gera grein fyri hvussu lutirnir sum mynda stýriskipanina í Android virka, og forklára lívsringrásina fyri applikatiónir í Android,
- brúka eitt integrerað menningarumhvørvi (IDE) til at menna applikatiónir til Android, sum brúkarin kann nýta umvegis eina grafiska brúkaraflatu,
- goyma data lokalt á fartelefonini við hjálp av innstillingum, fílum og databasum,
- brúka ymiskan teknik til at samskifta við applikatiónir í øðrum fartelefonum,
- brúka ljóð og video í applikatiónum.
Próvtøkuháttur
Góðkendar (staðið/ikki-staðið) innlatingar telja 4,5 ECTS (I106: 0,5 ECTS + L106: 4,0 ECTS), og ein verkætlan telur 3 ECTS (P106), sum verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Legg til merkis: Tann sum ikki innan 3 vikur frá skeiðsbyrjan hevur gjørt innlating I106, kann missa pláss sítt á skeiðnum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Grant Allen, Beginning Android 4, APRESS, 1, 9781430239840,
http://www.apress.com/9781430239840
Viðm.: lærubókin kann keypast digitalt beinleiðis frá forlagnum.
Ábyrgd
Hannes Gislason