5034.16 - Kervisforritan í Unix/Linux


Skeiðsnummar
5034.16
Heiti
Kervisforritan í Unix/Linux
ECTS
7,5
Fortreytir
Skeið úr KT-verkfrøði svarandi til í minsta lagi 60 ECTS, harímillum Stýrisskipanir (7,5 ECTS), Teldunetverk og data samskifti (7,5 ECTS), umframt Objektrættað forritan við C++ (7,5 ECTS).
Endamál
Skeiðið gevur vitan og førleikar í at brúka eitt UNIX / Linux-grundað stýrikervi (operating system) og tess mest vanligu stýriboð (commands) og kervisforrit (system programs). Stýrikervistænastur sum kerviskall og bókasavnsfunkum samsvarandi POSIX standardinum verða nýtt til at byggja applikatiónir við C++ sum forritanarmál. Forritan av parallel processum og træðrum verða viðgjørd við teimum neyðugu synkroniseringsmekanismunum. Einfaldar applikatiónir við sockets og TCP / IP protokollir geva forritanarroyndir við dátusamskifti.
Innihald
Skeiðið inniheldur hesar tættir: - forritan við C++ í UNIX/Linux-umhvørvi - systemkommandoir og shell forrit - bókasavnsfunkur og systemkall í POSIX - processir, tráðir, mekanismur og process-samskiftissignal samsvarandi POSIX - grundleggjandi synkroniseringsmekanismur - I / O og fílur - grundleggjandi TCP / IP-forritan við sockets
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT065G Systemprogrammering i Unix/Linux; DT065G System Programming in the Unix / Linux Environment. Tíðliga í undirvísingini er ein kravd innlating, skrivlig uppgáva. Vavið á skeiðnum er sett til umleið 200 tímar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skalt tú kunna: - brúka tær mest vanligu kommandoirnar og system forritini í einari UNIX/Linux skipan, - brúka eitt UNIX/Linux applikatións-forrit, - frá C++ brúka “system calls” til nýtslu av tænastunum av operativsysteminum, - greiða frá og brúka ymsar mekanismur til samskifti millum innandi prosessirnar, - greiða frá prinsippunum í, og kunna nýta í minsta lagi tvær synkroniserandi mekanismur, - brúka POSIX standardir til at sniðgeva keldu-flytbærar applikatiónir, - greiða frá processum, træðrum, signalum, fílum og I/O skipanum, - skriva eitt forrit sum brúkar sockets at etablera eina TCP íbinding.
Próvtøkuháttur
Skrivlig innlating telur 0,0 ECTS (I104). Døming: staðið ella ikki staðið Góðkendar innlatingar telja 3,0 ECTS (L104). Døming: staðið ella ikki staðið. Próvtøka telur 4,5 ECTS (T104). Døming: A, B, C, D, E, Fx and F. A-E eru staðið, Fx and F eru ikki staðið. Dømingarleistur fyri skeiðið sæst á www.miun.se/betygskriterier. Legg til merkis: tey lesandi sum ikki hava gjørt skrivligu innlatingina I104 innan 3 vikur frá tí, at skeiðið byrjaði, koma at missa sítt pláss á skeiðnum.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Robbins K, Robbins S: Unix Systems Programming, Communication, Concurrency and Threads, Second Edition Prentice Hall PTR 2003 ISBN 0130424110
Ábyrgd
Hannes Gislason