5010.23 - Innleiðing í teldufrøði


Skeiðsnummar
5010.23
Heiti
Innleiðing í teldufrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stig í støddfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina breiða innleiðing í nútímans teldufrøði (computer science) og evnir sum forritanarmál, stýriskipanir og teldubygnaður, algoritmur, forritanar verkfrøði (software engineering), netverk og databasur.
Innihald
Bite, logisk algebra, binerar og hexadecimalar talskipanir. Stýriskipanir og prosessir, teldubygnaður (CPU, RAM, buss), maskin koda og koyring av programmum. Clientserver, teldunetverk og protokollir, OSI-modellið, internet (adressur, email, www), hardware og data goymslur (RAM, HD, CD, Tape). Algoritmur, leitingar og sorteringar. Forritanarmál (maskinu-, assembler- og há-stig mál), forritanar hættir, vanlig forritan: variablar, datatypur, datastrukturar, funktiónir og undirprogrammir. Frá kodu til maskin kodu (leksikal analysa, parsing, kodu generering). Menning av forritum, lívrásin hjá forritum, stig í menning av forritum (Analysa - design - íverkseting - testing). Modul, samband og samspæl, topp niður botn upp. Data strukturar: pointarar, array, listar, tráðir, stakkar, bíðirøðir, sjálvgjørdar datatypur. Fílstrukturar: sekvensrættaðir fílar, tekstfílar, index fílar. Databasur: relatiónsdatabasur, SQL
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og venjingar
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: Vísa grundleggjandi kunnleika um: data umboðan, goyming og manipulatión; teldu arkitektur, maskinmál og stýriskipanir; teldu netverk og internet. Greiða frá algoritmukonseptinum. Greina problem og gera einfaldar koyrbærar algoritmur (forrit) í Python-kodu. Greiða frá vanligum hugtøkum innan forritanarmál, telduforritan og Software Engineering; data abstraktiónir; databasu skipanir og SQL.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímar próvtøka við lærubók (uttan teldu). Treyt fyri innskriving til próvtøku er at tann lesandi hevur latið inn og fingið góðkent tvær skrivligar innlatingar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Computer Science: An Overview - Glenn Brookshear, Dennis Brylow Prentice Hall; 13. Edition ISBN-13: 9780134875460 https://www.amazon.co.uk/Computer-Science-Overview-Whats-New/dp/013487546X/ref=sr_1_1?dchild=1&keywords=computer+science%3A+and+overview%2C+13th+edition&qid=1591350060&sr=8-1
Ábyrgd
Hilmar Simonsen