5014.23 - Databasur og SQL


Skeiðsnummar
5014.23
Heiti
Databasur og SQL
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Innleiðandi forritan við Python, Java ella líknandi.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva eina fyrstu innleiðing í databasur og DBMSskipanir til umsiting av databasum, databasumáli SQL og bygnað av databasum.
Innihald
Skeiðið byrjar við eini innleiðing til DBMS-skipanir og SQL, tað heldur fram við umrøðu av ER-modelli, ER-diagram, relatiónsútrokningar, relatiónsskema, 3NF, BCNF og design algoritmur. Transaktiónir, concurrency, Big Data og blockchain databasur eru seinastu evnir í skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, sum tey lesandi fáa við byrjan av skeiðinum. Loysnir verða gjøgnumgingnar í tímunum. Undirvísingin verður avtalað nærri við skeiðsbyrjan. Luttøka í tímunum verður staðiliga viðmæld. Eitt miniprojekt í bólkum verður ein kravdur partur av skeiðnum og ein rapport verður skriva sum ein partur av uppgávunum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: • gera eitt eksternt databasu-model við brúk av ER-modellinum. • gera eitt tilsvarandi hugtaksligt databasu model fyri tað eksterna databasu modellið. • installera eina SQL DBMS skipan og skapa eina databasu. • gera og koyra lág- til miðal torførar SQL fyrispurningar. • definera og forklára relatiónsdatabasu modellið, og tær mest týðandi data bindingar í hesum modelli. • forklára møguligu orsøkirnar og avleiðingarnar av endurtøku-avleiddum trupulleikum til viðlíkahald av data. • definera 3NF, BCNF og koyra syntesu algoritmuna til at náa 3NF. • greiða frá hví koyringar (transactions) vera brúktar og forklára ACID-koyringar. • greiða frá konflikt-seriabilitet og deadlock, og hví hesi hugtøk eru týðandi fyri koyringar.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig, grundað á áðurnevnda bólkaarbeiði við einari rapport. Rapportin telur 50% og próvtøkan 50% í próvtøkumetinum. Lesandi sum ikki standa skeiðið fáa møguleika fyri at betra um rapportina og eina nýggja próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Database System Concepts - 7th edition, McGraw Hill 2019 by Abraham Silberschatz, Henry F. Korth, and S. Sudarshan.
Ábyrgd
Hans Blaasvær