5016.20 - Teldunetverk og data samskifti


Skeiðsnummar
5016.20
Heiti
Teldunetverk og data samskifti
ECTS
7,5
Fortreytir
Gymnasielt miðnámsprógv við støddfrøði á minst B-stigi.
Endamál
At geva eitt gott innlit í tænastur og data samskifti innan lokal netverk, víðkaði netverk og internet.
Innihald
Inngangur til data samskifti og grundleggjandi hugtøk innan netverk og netbygnað, ring- og pakkakobling, transmissiónsmedia, protokoll-lagdeiling, samskiftisprotokollir TCP/IP v.m., adressering- og routing. Tænastur, bygnaður og datatøkni innan lokal netverk, víðkaði netverk og internet: nýtslulagið, transportlagið, netverkslagið, datalink lagið og fysiska lagið. Telduamboð til greining av datasamskifti yvir netverk.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, ástøðiligar uppgávur og telduvenjingar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eigur tann lesandi vera før/ur fyri at: • Brúka almenn design-hugtøk til design av ymiskum sløgum av teldu netverkum (access, core, backbone). • Greiða frá grundleggjandi virknað og leiklutir hjá teimum mest tíðandi protokollunum í hvørjum protokol-lagi, sum verður brúkt í Internet. • Greiða frá, við brúk av netverks-design hugtøkum og protokol-lag tøkni, hvussu Internet kann veita multi-media tænastur. • Greiða frá og greina hugtøkini handan álítandi data samskifti. • Lýsa etisk evni innan netverk og data samskifti. • Kunna brúka protokol-greiningar software til at greina hvussu data samskifti og ymiskar internet protokollir virka.
Próvtøkuháttur
4-tíma skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð (ikki teldu, ikki lærubók ella nakað annað skeiðstilfar).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Computer Networking, A Top-Down Approach - James F. Kurose, Keith W. Ross, Pearson Education; Seventh Edition; ISBN-10: 0-13-359414-9, ISBN-13: 978-0-13-359414-0