5018.24 - Innleiðing í Web skipanir


Skeiðsnummar
5018.24
Heiti
Innleiðing í Web skipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Innleiðandi forritan við Python, Diskret støddfrøði, Lineer algebra, Databasur og SQL.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fáa grundleggjandi førleikar í design og forritan av interaktivum web skipanum.
Innihald
Grundleggjandi hugtøk, háttaløg og amboð til forritan av interaktivum web skipanum. Frontend og backend menning, ymisk markup-mál (HTML, XML og json), script-mál (JavaScript og alternativir), web tænastur, web servarar og relations-dátugrunnar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, og tvær skrivligar uppgávur skula latast inn. Innlatingarnar skula gerast til ásettu tíðina, og vera góðkendar fyri at sleppa til munnliga próvtøku í hesum skeiðnum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kenna til og skilja: - design og forritan av interaktivum web skipanum - vanlig markup-mál, web servarar og dátugrunnar - sambond til dátugrunnar - script-mál og script-tøknir, client- og servara-síðu scripting - client-web servara interaktivitetur, dátuflytingar til og úr dátugrunnum - og kunna: - skapa einfaldar interaktivar web skipanir
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Gev gætur, tær kravdu skrivligu uppgávurnar skulu latast inn til avtalaðar tíðir, og vera góðkendar fyri at kunna innskrivast til próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundlærutilfar er online á internetinum. Vit brúka (online) lærubók til javascript: Haverbeke, M. (2024). Eloquent javascript: A modern introduction to programming. No Starch Press. https://eloquentjavascript.net/ Afturat hesum verður lestrartilfar lagt afturat sum stuðlar endamálinum við skeiðinum. Hetta kunnu verða bøkur, greinar, vevsíður og líknandi.
Ábyrgd
Bergdis Ester Gisladóttir Jensen