5020.23 - Forritanarverkfrøði


Skeiðsnummar
5020.23
Heiti
Forritanarverkfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Ynskiligar fortreytir: ein breið almenn vitan og búning í KTverkfrøði til dømis hava tikið: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við python, Diskret støddfrøði, Databasur og SQL, Innleiðing í Web skipanir, Objektrættað forritan við Java 1, Algoritmur og datastrukturar, Objektrættað forritan við Java 2, Stýriskipanir.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fáa eitt gott innlit í forritanarverkfrøði, gera kanningar og menning innan evnið, og at gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing um ein spælimotor, sum verður løgd fram og vard við munnligari próvtøku.
Innihald
Arbeiðshættir innan software menning og ymisk model fyri skipanar-menning, har ein spælimotorur verður brúktur sum gjøgnumgangandi dømi og uppgáva; við áherslu á góðsku, dokumentatión og amboð innan software menning: - software prosessir - agil software menning - kravfestingar-verkfrøði - system modellering - arkitekturur og design - design og implementering - forritað verður - software testing - software evolutión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og verkætlanar-arbeiði. Ein skrivlig verkætlanar-frágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: - hættir og tøknir innan menning av skipanum - objektrætting, UML - skilja og greiða frá spælimotor-arkitekturi - íverkseta eina spælimotor-prototypu við brúk av hættum og tøknum, sum eru lærdir í hesum skeiði - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta) verkætlanarfrágreiðing, sum gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu spælimotor-verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking. - sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu verkætlanarfrágreiðingina.
Próvtøkuháttur
- lesandi við góðkendum verkætlanum vera innstillaðir til eina munnliga einstaklinga-próvtøku, har verkætlanarfrágreiðingin hjá tí lesandi verður løgd fram og vard. Harumframt fær tann lesandi spurningar til próvtøkuna út frá undirvísingartilfarinum. Endaligt próvtal verður givið eftir eini heildarmeting av bæði skrivligum og munnligum avriki. - lesandi, sum ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til endur-próvtøku. - lesandi, sum ikki fingu sína verkætlan góðkenda fáa próvtal 00/ikki staðið, og sleppa til endur-próvtøku, tá teir hava latið eina góðkenda verkætlan inn, sum kann vera ein rætting av upprunaligu verkætlanarfrágreiðingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
ISE Software Engineering: A Practitioner's Approach Paperback: 704 pages Publisher: Maxim McGraw-Hill Education; 9 edition (05 Nov. 2019) Language: English ISBN-13: 978-1260548006 ISBN-10: 1260548007 https://www.amazon.com/ISE-SOFTWARE-ENGINEERING- PRACTITIONERS-APPROACH/dp/1260548007/ Game Engine Architecture, Third Edition, eftir Jason Gregory. Hardcover: 1240 pages Publisher: A K Peters/CRC Press; 3 edition (16 Aug. 2018) Language: English ISBN-13: 978-1138035454 ISBN-10: 1138035459 https://www.amazon.co.uk/Engine-Architecture-Third-Jason- Gregory/dp/1138035459/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=154 5046993&sr=1- 1&keywords=Game+Engine+Architecture+third+edition+Jason+Gr egory
Ábyrgd
Hilmar Simonsen