5032.22 - Forritan til Android


Skeiðsnummar
5032.22
Heiti
Forritan til Android
ECTS
7,5
Fortreytir
30 ECTS í KT-verkfrøði við 22,5 ECTS í objektrættaðum málum so sum C++ og/ella Java.
Endamál
Android er ein nýggjur opin plattformur fyri fartelefonir grundaður á Linux og við Google sum ein av drívandi mennarunum. Skeiðið gevur tær ástøðiligan kunnleika um platformin og teir lutir sum tilsamans mynda stýriskipanina í Android, umframt praktiskan kunnleika til at menna og íverkseta applikatiónir til Android.
Innihald
- bygnaðurin av Android plattforminum (Linux kernel, Libraries, Android runtime, Application framework, Applications), - gjøgnumgongd av Android Software Development Kit, - menningaramboð til Android, - lívsringrásin fyri eina applikatión í Android, - vanligir byggisteinar (Activites, Views, Intents, Intent Receivers, Services, Content Providers), - trygd og rættindi í Android, - design og íverkseting av grafiskum brúkaraflatum við brúk av XML, - 2D-grafikkur og eginmenning av GUI-komponentum, - nýtsla av ljóð í applikatiónum, - goymsla av data (Preferences, Files, Databases), - brúk av web tænastum (REST APIs) í einari app, - APIs til stað- og kort-grundaðar tænastur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT031G Applikationsutveckling för Android / DT031G Application Development for the Android Platform
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - gera grein fyri hvussu lutirnir sum mynda stýriskipanina í Android virka, og forklára lívsringrásina fyri applikatiónir í Android, - gera grein fyri hvussu lutirnir sum mynda stýriskipanina í Android virka, og forklára lívsringrásina fyri applikatiónir í Android, - brúka Android Studio til at menna applikatiónir til Android, sum brúkarin kann nýta umvegis eina grafiska brúkaraflatu, - goyma data lokalt á fartelefonini við hjálp av innstillingum, fílum og databasum, - brúka dátur úr einum REST API, - vísa staðsetingina av einari eind á einum korti.
Próvtøkuháttur
Góðkendar (staðið/ikki-staðið) innlatingar telja 4,5 ECTS (I106: 0,5 ECTS + L106: 4,0 ECTS), og ein verkætlan telur 3 ECTS (P106), sum verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Smb. skeiðsinnihaldi skal Android Studio 4.2 Development Essentials - Java Edition vera brúkt og allar lesivegleiðingar eru skrivaðar við tí lærubók í huga. Ein nýggjari útgáva eru tøk (Android Studio Bumble Bee Essentials) og hetta er útgávan vit viðmæla til tey, sum mangla eina bók. Android Studio Bumble Bee Essentials - Java Edition Developing Android Apps Using Android Studio 2021.1 and Java Author: Neil Smyth ISBN: 9781951442415 Publisher: Payload Media, Inc. Language: English
Ábyrgd
Hannes Gislason