5038.24 - Linux-skipanir


Skeiðsnummar
5038.24
Heiti
Linux-skipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Teldunetverk og data samskifti
Endamál
Linux og Linux-líknandi stýrisskipanir eru í roynd og veru vorðnar vanligastu stýrisskipaninar fyri tól á internetinum, t.d. í fartelefonum, IoT, teldupostambætarum, vevambætarum og íkervum. Førleikar at leggja inn, seta upp, umsita og forrita til Linux hava stóran týdning, tí ein fer at nerta við tað næstan allastaðnis í einum KT-arbeiði.
Innihald
Skeiðið er ein inngangur til Linux har Linux verður lagt inn, brúkarar verða stovnaðir, tænastur settar upp, skripting og smærri forrit verða gjørd. Ein partur av skeiðnum verður smærri Linux forritan í bólkum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður grundað á verkligar venjingar, og har verða bert stuttir fyrilestrar. Læringin verður framd við ítøkiligum royndum, orðaskifti og teoretiskum og praktiskum uppgávum. Seinna helvt av skeiðnum verður ein verkætlan í bólkum, við einari skrivligari frásøgn og framløgu at enda.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eigur tann lesandi vera før/ur fyri at: • Leggja Linux inn á virtuellar og verðuligar teldur • Viðlíkahalda brúkarar, rættindi og trygd • Viðlíkahalda goymslu og fílukervi við sundurliman og forsniðan • Binda í teldunet, seta upp IP og beining • Binda í við SSH, gera IP-tunlar og flyta fílur við SCP • Skripting við skel-skriptum og løtt forritan við Python • Uppseta bingjur og virtuellar maskinur við tænastum • Nýta Ansible at automatisering av servara uppseting
Próvtøkuháttur
 Uppmøting verður kravd, við í mesta lagi 15% fráveru  Ein kravd bólkauppgáva verður í samband við skeiðið. Úrslitið skal vera ein koyrandi skipan og ein innlatin skrivlig frásøgn, sum lýsir uppgávuna  Har verður ein hálva leið meting av projektinum  Próvdømingin verður grundað á skrivligu frásøgnini og eina framløgu av skipanini. Bert lesandi, sum hava nøktandi uppmøting, kunnu standa skeiðið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Mastering Ubuntu Server: Explore the versatile, powerful Linux Server distribution Ubuntu 22.04 with this comprehensive guide, 4th Edition, by Jay LaCroix ISBN-10: 1803234245
Ábyrgd
Jóhannus Kristmundsson