5039.24 - Objektrættað forritan við Java 1


Skeiðsnummar
5039.24
Heiti
Objektrættað forritan við Java 1
ECTS
7,5
Fortreytir
• 5010 Innleiðing í teldufrøði • 5037 Innleiðandi forritan við Python
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva eina innleiðing í objektgrundað hugtøk og objektgrundaða forritan við kravfesting, verkseting og brúk av klassum í Java. Áherðsla er á klassahugtakið og á nýtslu av objektum. Lært verður eisini um brúk av dynamiskum minni, referansum og rekursión; og um vanligar abstraktar datatypur. UML-modelmálið verður lýst innleiðandi.
Innihald
• Objektorienterað hugtøk: Klassar, limir, objektir, attributtar, referansur, operatiónir, instansur, arvur, íhylking, polymorfisma, relatiónir, v.m. • Kravfesting og implementering av klassum í Java. • Kontrolstrukturar, streymar og fílhandfaring. • Abstraktión og felags markamót. • IO-handfaring, undantøk. • Vanligar iteratiónir og rekursivar algoritmur. • Egnar implementeringar av sorterings- og leitingar-algoritmum. • UML-diagram fyri klassar. • Test við JUnit – unit tests og black/white box testing
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuarbeiði, og verkætlanararbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Eisini eru kravdar innlatingar, ið skulu vera mettar til ”staðið”, fyri at sleppa til próvtøku.
Læruúrtøka
Eftir skeiðslok skal lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa og brúka vanligastu amboðini ið eru í Java meningarumhvørvinum (Java Development Kit, JDK). • Greiða frá muninum millum koyring av konventionellum forritum og Java forritum í serliga Java umhvørvinum. • Brúka Java á grundleggjandi hátt, herundir brúka variablar, metodur, klassar, objektir, undantøk og einfaldar lista-strukturar. • Lýsa sambandið millum støðuna á einum objekti og tess atburði. • Lýsa klassahieraki og -arv. • Brúka polymorfismu við klassasubstititutión. • Brúka objektorienteraðar forritanarhættir til at loysa serligar uppgávur. • Sjálvstøðugt lýsa royndir av egnum klassum, og tilhoyrandi metodum. • Lýsa grundleggjandi klassadesign og týdningin av at halda sterkan samanhang við veikum bundinskapi. • Brúka feil- og undantakshandfaring. • Lýsa merkingina av stødding (scalability) • Brúka iteratiónir, rekursión, metodu-ovurløðing og undantakshandfaring. • Skapa forrit har loysnin verður deild upp í einfaldar partar við klassum og metodum. • Lýsa og implementera klassar og gera samsvarandi klassadiagram í UML. • Tilskila og implementera ein vanligan abstraktan datastruktur sum ein klassa og brúka hann. • Brúka objekt av øðrum typum sum datalimir í einum klassa. • Brúka referansur í praktiskari forritan og í sambandi við brúk av dynamiskum minni. • Lýsa, greina og gangnýta munir og líkheitir ímillum referansur (by reference) og virði (by value). • Lýsa munin ímillum djúpa og grunna kopiering, og kunna umbroyta kodu í hesum sambandi.
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnligari verju.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Deitel & Deitel Java How to Program, Early Objects, Global Edition, Eleventh Edition, ISBN-10: 9781292223858 Slides og møguliga supplerandi tilfar sum verða kunnaður á Moodle.
Ábyrgd
Niels-Christian Borbjerg