5040.23 - Objektrættað forritan við Java 2


Skeiðsnummar
5040.23
Heiti
Objektrættað forritan við Java 2
ECTS
7,5
Fortreytir
• 5010.16 Innleiðing í teldufrøði • 5037.20 Innleiðandi forritan við Python • 5016.20 Teldunetverk og data samskifti • 5039.21 Objektrættað forritan við Java 1
Endamál
At rannsaka samansett evni innan objektrættaða forritan. • Menning av grafiskum brúkaramarkamótum (GUI) • Generiskir klassar, metodur og tilgjørdir datastrukturar • Samstund (concurrency) við tráðum • Netverkan og netsamskifti
Innihald
• Komponentgrundað og moduler grafisk brúkaramarkamót • Event-drivin forritan • Vanligir generiskir datastrukturar • Tráðir og tráðsynkronisering • Netverkan og net I/O • I/O stýring og streymar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og bæði bólka- og einstaklingauppgávur. 4-6 kravdar innlatingar skulu vera stadnar fyri at sleppa til próvtøku.
Læruúrtøka
Eftir skeiðslok skal lesandi vera før/ur fyri at: • Skapa og sniðgeva grafisk brúkaramarkamót við stuðli frá event-drivnari forritan í Java • Skapa og sniðgeva eitt fult virkandi GUI forrit við bæði fíl og netverks I/O • Sniðgeva, skapa og gagnnýta klassar, metodur og markamót til serlig endamál • Sniðgeva, skapa og gagnnýta generiskar klassar og metodur til serlig endamál • Sniðgeva, skapa og gagnnýta generiskar datastrukturar til serlig endamál • Brúka netverk, netsamskifti og I/O • Brúka samstund (concurrency), herundir at sniðgeva, skapa og brúka tráðir og tráðstýring til serlig endamál
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnligari verju. Verkætlanin er grundarlagið undir munnligu próvtøkuni. Verkætlanin er samansett av einari partmongd av teimum kravdu uppgávunum. Verkætlanin verður sostatt ment frá skeiðsbyrjan og gjøgnum meginpartin av skeiðnum. Kravdu uppgávurnar skulu vera stadnar fyri at kunna fara til próvtøku, og til endurpróvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Deitel & Deitel Java How to Program, Early Objects, Global Edition, Eleventh Edition, ISBN-10: 9781292223858 Slides og møguligt ískoytistilfar, sum verður kunnað um á Moodle.
Ábyrgd
Niels-Christian Borbjerg