5017.19 - Stýriskipanir


Skeiðsnummar
5017.19
Heiti
Stýriskipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS) og Innleiðandi forritan við C++ / Java.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at geva ein inngang til grundleggjandi hugtøk, hættir og bygnað av nútíðar stýrisskipanum til teldur, t.d. Linux og Windows. Hesi vera gjøgnumgingin, greinað, samanborin og praktiskar royndir verða eisini gjørdar.
Innihald
Bygnaður av stýrisskipanum, grundleggjandi hugtøk (funkur, sniðgeving og bygnaður av einari stýrisskipan, felags hugtøk í øllum stýrisskipanum, hvussu stýriskipanir hava ment seg og bygnaður av tólmenni), prosess stýring (raðfesting, samhendingar- trupulleikar, samskifti og deadlock), minni og goymslustýring, spjaddar skipanir, spjatt samskifti, samskipan og spjaddar fíluskipanir. Stakkanningar og royndir við Linux, Windows, Docker og Kubernetes.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, teoretiskar og praktiskar venjingar
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: • Skilja grundleggjandi meginreglur fyri greining, sniðgeving og menning av stýrisskipanum • Kenna høvuðspartarnar í einari stýrisskipan • Sameina stýrisskipan og forritanarmál, fyri at loysa trupulleikar sum t.d. interruptstýring, hættir til prosess- samskipan/stýring og raðfesting av tilfeingisatgongd • Staðfesta markamót ímillum stýrisskipan og aðrar eindir (tól- og rit-búnaður)
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímars próvtøka uttan hjálparamboðum (eingin telda, bók ella annað tilfar til skeiðið)
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Operating System Concepts, Enhanced Edition, 10th Edition Abraham Silberschatz, Greg Gagne, Peter B. Galvin Publisher: John Wiley & Sons; 9th Edition International Student Language: English ISBN: 978-1-119-32091-3 April 2018 https://www.wiley.com/en- us/Operating+System+Concepts%2C+Enhanced+Edition%2C+10th +Edition-p-9781119320913
Ábyrgd
Hans Blaasvær