5017.23 - Stýriskipanir


Skeiðsnummar
5017.23
Heiti
Stýriskipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Kunnleika til teldur, vitan um programmering, forrit og hvussu hesi hanga saman.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at geva ein inngang til grundleggjandi hugtøk, hættir og bygnað av nútíðar stýriskipanum til teldur, t.d. Linux, OSX, Android og Windows. Hesi vera gjøgnumgingin, greinað, samanborin og praktiskar royndir verða eisini gjørdar.
Innihald
Bygnaður av stýriskipanum, grundleggjandi hugtøk (funkur, sniðgeving og bygnaður av einari stýriskipan, felags hugtøk í øllum stýriskipanum, hvussu stýriskipanir hava ment seg og bygnaður av tólmenni), prosess stýring (raðfesting, samhendingar-trupulleikar, samskifti og deadlock), minni og goymslustýring, spjaddar skipanir, spjatt samskifti, samskipan, fíluskipanir og trygd. Stakkanningar og royndir við Linux, Windows og virtualisering.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, teoretiskar og praktiskar venjingar. Eisini eru kravdar innlatingar, har 4 innlatingar skulu vera mettar til ”staðið”, fyri at sleppa til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: • Skilja grundleggjandi meginreglur fyri greining, sniðgeving og menning av stýriskipanum • Kenna høvuðspartarnar í einari stýriskipan • Sameina stýriskipan og forritanarmál, fyri at loysa trupulleikar sum t.d. interruptstýring, hættir til prosesssamskipan/stýring og raðfesting av tilfeingisatgongd • Staðfesta markamót ímillum stýriskipan og aðrar eindir (tól- og rit-búnaður)
Próvtøkuháttur
Skrivlig 2 tímar próvtøka uttan hjálparamboðum (eingin telda, bók ella annað skeiðstilfar)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Operating System Concepts, Enhanced Edition, 10th Edition Abraham Silberschatz, Greg Gagne, Peter B. Galvin Publisher: John Wiley & Sons; 9th Edition International Student Language: English ISBN: 978-1-119-32091-3 April 2018 https://www.wiley.com/enus/Operating+System+Concepts%2C+Enhanced+Edition%2C+10th +Edition-p-9781119320913
Ábyrgd
Hans Blaasvær