5025.20 - KT-verkætlan


Skeiðsnummar
5025.20
Heiti
KT-verkætlan
ECTS
7,5
Fortreytir
Hetta skeiðið liggur seint í útbúgvingini tá 18 onnur skeið (135 ECTS) hava verið. Ynskiligar fortreytir er tí ein breið almenn vitan og búning svarandi til minst uml. 10 skeið (75 ECTS) úr KT-verkfrøði útbúgvingini, t.d.: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við C++, Støddfrøði 1 til Kunningartøkni, Objektgrundað forritan við C++, Objektrættað forritan við C++, Databasur og SQL, Innleiðing í Web skipanir, Algoritmur og datastrukturar, Stýriskipanir.
Endamál
Endamálið við hesum verkætlanarskeiði er at fáa eitt gott innlit í eitt ávíst KT-øki so sum forritanarverkfrøði, KT-tøkni ella teldufrøði, gera kanningar og menning innan evnið, og at gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing. Frágreiðingin verður løgd fram og vard við munnligari próvtøku. Skeiðið gevur royndir við verkætlanararbeiði, og við val av evnum, sum fyrireiking til bachelorverkætlanina. Skeiðið gevur eisini royndir við skriviumhvørvinum LaTeX ið er vanligt til frágreiðingar og ritgerðir á hægri lærustovnum.
Innihald
Evni verða vald av teimum lesandi í samráði við vegleiðarar. Skeiðið kann eisini brúkast til smærri verkætlanir í samstarvi við vinnuna. Verkætlanirnar eru ætlaðar at vera bygdar uppá smáteldurnar Raspberry Pi og/ella Arduino. Verkætlanarfrágreiðingin verður skrivað í LaTeX.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuarbeiði umframt verkætlanararbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Ein skrivlig verkætlanarfrágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Eftir skeiðslok skal lesandi vera før/ur fyri at: • kritiskt søkja, velja og nýta álítandi og nútíðarhóskandi vitan innan valda evnið úr lærubókum, frá internetinum ella frá øðrum keldum, og geva greiðar kelduávísingar til brúktar keldur. • skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta) verkætlanarfrágreiðing, sum gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking. • duga at brúka eitt markupmál og skriviumhvørvi sum LaTeX til at skriva eina frágreiðing ella ritgerð. • leggja fram og munnliga verja skrivligu verkætlanarfrágreiðingina.
Próvtøkuháttur
Skrivlig verkætlan við munnligari próvhoyring.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vegleiðandi lærubók til KT-verkætlan, og til seinni brúk, til B.Sc.-verkætlanina: • M. Berndtsson et al.: Thesis Projects: A Guide for Students in Computer Science and Information Systems, ISBN-13: 978-1848000087 Tilfar til LaTeX: • T. Oetiker et al.: The Not So Short Introduction to LATEX2ε. Raspberry Pi og Arduino: Ymiskt tilfar á netinum. Skeiðið KT-verkætlan er grundað á bólkaarbeiði og verkætlanir við brúk av Raspberry Pi (raspberrypi.org) og/ella Arduino (arduino.cc) smáteldunum. Byrjunarvegleiðing og hugskot til verkætlanir eru í tilhoyrandi vegleiðingarbókum, og annars á ymsum síðum á netinum.
Ábyrgd
Jari í Hjøllum