5029.19 - Fíggjarstýring


Skeiðsnummar
5029.19
Heiti
Fíggjarstýring
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stig í støddfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi fær grundleggjandi førleikar til, á einum praktiskum og teoretiskum grundarlagi, at skilja og gera nýtslu av týðandi búskaparligum stýringsamboðum fyri vinnuligt virksemi.
Innihald
Definitión og klassifikatión av grundleggjandi búskaparligum og roknskaparligum hugtøkum. Inntøku- og kostnaðarlæra, harundir sølu, keyp, nýtslu, kostnað, íløgum og gjald av vørum. Uppseting av rakstrarroknskapi, pengastreymi og fíggjarstøðu. Gerð av fíggjarætlan. Roknskapargreining, harundir lýsing av rentabiliteti, vinningsføri og kapitaltillaging. Íløgulæra við atliti til innsett tilfeingi, framtíðar inntøkur/sparingar og krøv til avkast. Optimering/finna bestu sølunøgd í mun broytiligt inntøku- og kostnaðarmynstur, avmarkað tilfeingi og ymiskar kappingartreytir. Nýtsla av teoretiskum modellum og praktiskum metodur við rokniarki sum høvuðsamboði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin skilja hugtøkini framleiðsla/søla/inngjøld og keyp/kostnaður/útgjøld og verða førur fyri at seta ein rakstrarroknskap upp, rokna tøkan pening til ymiskar tíðir og seta fíggjarstøðu upp. Duga at gera fíggjarætlan og skilja týdningin at henni sum stýringsamboð. Duga at rokna og greina lyklatøl, sum lýsa roknskaparligu gongdina og at meta um gongdina í mun til onnur virkir og virkisbólkar. Duga at rokna kapitalvirði og meta um ein rakstraríløga er lønandi. Kenna teir klassisku kappingarformarnar og duga at optimera sølunøgd í mun til ymisk inntøku- og kostnaðarmynstur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar, sum telur 100% av próvtalinum. Hjálparamboð loyvd. Tilsamans 3 innlatingar, har minst tvær tær fyrstu skulu vera góðkendar til avtalaðar tíðarfreistir fyri at kunna innskrivast til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Erhvervsøkonomi - videregående uddannelser af Jan Furbo Sørensen, Knud Erik Bang & Bo Sundvang ISBN13: 9788741275079 Udgivelsesdato: 01-08-2019 Sprog: Dansk Udgave: 5. https://www.saxo.com/dk/erhvervsoekonomi-videregaaendeuddannelser_knud-erik-bangjan-furbo-soerensenbosundvang_haeftet_9788741275079
Ábyrgd
Hannes Gislason