5033.24 - Lineer Algebra fyri KT-verkfrøðingar


Skeiðsnummar
5033.24
Heiti
Lineer Algebra fyri KT-verkfrøðingar
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum grundleggjandi førleikar í lineerum algebra til at brúka bæði í sambandi við kunningar- og samskiftistøkni eins og sum grundarlag undir víðari lestri.
Innihald
Lineer líkningasystem og lineerar avmyndingar. Matrixalgebra. Vektorrúm. Eginvirðitrupulleikar. Symmetriskar og ortogonalar matricur. Geometri í tveimum og trimum dimensiónum. Verkætlanararbeiði. Brúk av Maple.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning (80 tímar). Sjálvstudium og skrivligar innlatingar (126 tímar). Undirvíst verður á føroyskum uttan so neyðugt er við enskum. Undirvísingartilfarið er í høvuðsheitum á enskum. 
Læruúrtøka
Tá skeiðið er komið at enda, skal studenturin kunna: • Brúka matrixrokning og Gauss eliminatión í sambandi við loysn av lineerum líningaskipanum. • Analysera og greiða frá loysnarmongdum í vektorrúm út frá struktursetninginum. • Brúka vektorar og matricur til at lýsa 3D geometri – herímillum t.d. til teldugrafik. • Loysa 2D og 3D trupulleikar í euklidiskari geometri, so sum skurðmongd og frástøða millum støddfrøðiligar lutir sum t.d. planir og linjur. • Vera førur fyri at brúka støddfrøðiliga terminologi og grundgevingar í sambandi við skrivligt arbeiði. • Leggja til rættis samstarv í einum verkætlanarbólki um støddfrøðilig hugtøk og hættir í eini minni verkætlan. • Brúka symbolsk software-amboð, nú Maple, til loysn av og grafiska illustratión av støddfrøðiligum trupulleikum.
Próvtøkuháttur
3 tímar skrivlig próvtøka uttan elektronisk hjálparamboð. Próvtal verður latið fyri próvtøkuna og meting av innlatingum, sum eru vektaði ávikavist 75% og 25%. Endurpróvtøkan er 3 tímar skrivlig próvtøka uttan elektronisk hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Gerald Farin (Author), Dianne Hansford (Author), Practical Linear Algebra: A Geometry Toolbox, Third Edition Hardcover – 18 Sep 2013. ISBN-13: 978-1466579569
Ábyrgd
Mortan Janusarson Thomsen