5040.21 - Objektrættað forritan við Java 2


Skeiðsnummar
5040.21
Heiti
Objektrættað forritan við Java 2
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið: - 5010.16 Innleiðing í teldufrøði - 5037.20 Innleiðandi forritan við Python Viðmælt fylgd og staðin skeið: - 5016.20 Teldunetverk og data samskifti - 5039.21 Objektrættað forritan við Java 1
Endamál
At viðgera og rannsaka samansett objektrættaði evni, og forritan: GUI menning við Java. Generics, klassar, metodur og tilgjørdar datastrukturar. Samvirkni (concurrency) við tráðum, neti og net-samskifti. Fokus er á at brúka OO eginleikar til at loysa nútímans teldutøkniligar avbjóðingar við at gera nútímans brúkara-samvirkandi (user-interacting) forrit.
Innihald
- Komponentgrundað grafisk brúkaramarkamót (GUI) - Event-drivin forritan - Felags datastrukturar - Samvirkni, træðrir og tráðsynkronisering - Net og net I/O - I/O stýring og streymar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuarbeiði umframt sjálvlesnað og bólkaarbeiði. Harumframt 4-5 kravdar innlatingar, ið skulu vera mettar til ”staðið”, fyri at sleppa til próvtøku.
Læruúrtøka
Eftir skeiðslok skal lesandi vera før/ur fyri at: - skapa og sniðgeva grafisk brúkaramarkamót við event-drivnari forritan í Java, - skapa og sniðgeva eitt fult virkandi GUI forrit við bæði fíl og net I/O, - sniðgeva, skapa og brúka klassar, metodur og interface til spesifik endamál, - sniðgeva, skapa og gangnýta generiskar klassar og metodur til spesifik endamál, - sniðgeva, skapa og brúka generiskar datastrukturar til spesifik endamál, - brúka net, netsamskifti og net I/O, - brúka samvirkni, herundir at sniðgeva, skapa og brúka træðrir og tráðstýring til spesifik endamál, - nýta fílhandfaring bæði til tekst og binert innihald.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka (30 min. íroknað votering) uttan fyrireikingartíð. Próvtøkuspurningarnir eru ikki kendir frammanundan. Kravdu uppgávurnar skulu vera mettar til “Staðið” fyri at kunna fara til próvtøku og endurpróvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Deitel & Deitel Java How to Program, Early Objects, Global Edition, Eleventh Edition, ISBN-10: 9781292223858; ISBN-13: 978-1292223858 Umframt møguliga supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Jari í Hjøllum