5041.22 - Designmynstur við Java


Skeiðsnummar
5041.22
Heiti
Designmynstur við Java
ECTS
7,5
Fortreytir
Objektrættað forritan við Java (Java 2), ella øðrum OOP forritanarmáli.
Endamál
At geva eina innleiðing í designmynstur, sum eru almennar loysnir til afturvendandi uppgávur og avbjóðingar innan menning av ritbúnaði. Við at brúka kend designmynstur, sum eru blivin væl testað, ber til at minka um menningartíðina av nýggjum skipanum og gera tað ómakaleysari at dagføra og røkja verandi skipanir.
Innihald
- Objektrættaði hugtøk, samband ímillum typur, markamót og klassar, - UML-skrivihættir, - Bólkar av designmynstrum, - Vanlig designmynstur frá teimum ymisku bólkunum, - Verksetan av designmynstrum í Java, - SOLID prinsippini sum varðar á vegnum til góðan forritanarsið.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, dømir, venjingar, og heimauppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - eyðmerkja og lýsa eitt tvísiffrað tal av teimum mest vanligu designmynstrunum, - greiða frá nær og hvussu tey kunnu brúkast til at loysa vanligar avbjóðingar innan designmynstur, - tulka grafiskar lýsingar av designmynstrum í UML, - velja og grundgeva fyri vali av designmynstri til eina lýsta designavbjóðing, - tillaga designmynstur til aktuellar applikatiónir, - verkseta viðgjørd designmynstur í Java.
Próvtøkuháttur
Kravdar innlatingar sum verða dømdar staðið/ikki staðið og ein skrivlig próvtøka, sum verður dømd eftir 7-talsstiganum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Gev gætur: Allar innlatingarnar skulu latast inn til avtalaðar tíðir og vera góðkendar fyri at kunna innskrivast til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti Kravt Heiti: Head First Design Patterns - Building Extensible & Maintainable Object-Oriented Software Rithøvundar: Eric Freeman, Elisabeth Robson Forlag: O'Reilly Media, 2nd edition, December 2020, or later ISBN-10: 149207800X, ISBN-13: 978-1492078005). Ikki kravt Heiti: Design Patterns: Elements of Reusable Object-Oriented Software Rithøvundar: Erich Gamma, Richard Helm, Ralph Johnson, John Vlissides Forlag: Addison-Wesley Professional, October 1994, or later ISBN: 0201633612 Møguliga ískoytistilfar sum verður útflýggjað undir skeiðnum.
Ábyrgd
Hilmar Simonsen