5042.22 - Tilgjørt Vit (AI)


Skeiðsnummar
5042.22
Heiti
Tilgjørt Vit (AI)
ECTS
7,5
Fortreytir
Diskret støddfrøði (7.5 ECTS), Algoritmur og datastrukturar (7.5 ECTS), Innleiðandi forritan við Python (7.5 ECTS)
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina innleiðing í grundleggjandi hugtøk, hættir og bygnað av snildum telduskipanum. Serligur dentur verður lagdur á tað hagfrøðiliga og avgerðar-teoretiska myndlamynstrið.
Innihald
Hvat er tilgjørt vit? Grundarlagið undir tilgjørdum viti. Ráðleggjandi agentar. Óupplýst leiting. Upplýstar/Leiðbeinandi leiting: A*, Grammleiting. Leiting undir óvissur ella lutvíst sjónligum upplýsingum. Leiting við agentum í spæla ímóti: Spælitrø, Minimax. Stubbingarteknikkir. Loysn av Markov avgerðartilgongdum. Bayesian netverksumboðan og hugsan. Útskurðar- og sýsnistøkuteknikkir. Lærning undir eftirliti. Nevral netverk. Vevjingar nevral netverk. Brúk av nevralum netverkum. Avmarkingar av nevralum netverkum. Styrkilæring. Model bundin læring. Modelfrí læring. Q-læring.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, heimauppgávur, sjálvlestur og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá, nýta og forrita óupplýstar og upplýstar leitiháttar til at loysa uppgávur innan tilgjørt vit. - Greiða frá, nýta og forrita leitiháttar í spølum. - Sniðgeva, menna, samanbera og greina leiðbeinandi leiting og spæl avgerðatilgongdir. - Greiða frá, sniðgeva og menna agentar, ið klára at gera ein úrskurð í óvissum umstøðum og klára at fáa sum mest burtur úr handlingum í einum tilvildarligum samsýningstrukturi. - Sniðgeva og menna sjálvstýrandi agentar, ið eru førir fyri at taka avgerðir í umstøðum við fullkomnum upplýsingum, í lutvíst sjónligum upplýsingum og í støðum við agentum í spæla ímóti. - Greiða frá hvat fyri tilgjørt vit hættur er hóskandi til at loysa eina setta uppgávu. - Greiða frá hvat fyri styrkir og veikleikar teir ymisku hættirnir innanfyri leiting, planlegging, sýnistøkuteknikkum og maskinnlæring.
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig próvtøka á 4 tímar. Gev gætur: Allar tríggjar innlatingarnar skulu vera mettar til “staðið” fyri at kunna innskrivast til próvtøku og endurpróvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravt Heiti: A Modern Approach (Pearson Education) - Stuard J. Russell and Peter Norvig Paperback: 1168 pages Pearson Education; 4th edition – 2021 Language: English ISBN-10: 1292401133 ISBN-13: 978-1292401133 https://www.amazon.co.uk/Artificial-Intelligence-Modern-Approach-Global/dp/1292401133
Ábyrgd
Jákup Odssonur Svøðstein