5022.22 - Web skipanir við ASP.NET Core / C#
Skeiðsnummar
5022.22
Heiti
Web skipanir við ASP.NET Core / C#
ECTS
7,5
Fortreytir
30 ECTS í KT-verkfrøði: 7,5 ECTS í Innleiðing í web skipanir, 7,5 ECTS í databasum og 15 ECTS í objektrættaðum málum so sum C++, Java ella C#.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at læra at menna interaktivar databasudrivnar web skipanir við ASP.NET Core / C# amboðum.
Innihald
Menning av ASP.NET Core heimasíðum við Visual Studio. Dentur verður lagdur á grundleggandi hugtøk innan fyri ASP.NET Core so sum:
• Model-View-Controller pattern
• Razor
• Unit Test
• Databasu integration / Linq
• Skabelónir / Layouts
• Ajax
• Validering av brúkara input
• C#
• Responsive Design
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við eini verkætlan, sum verður stuðlað av fyrilestrum og vegleiðing frá undirvísarum úr KT-vinnuni. Verkætlanin skal latast inn og góðkennast fyri at sleppa til próvtøku
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna:
• Menna ASP.NET Core Web Skipanir, við Visual Studio og C#.
• Skilja og duga at brúka grundleggjandi hugtøk innan ASP.NET Core – Model-View-Controller pattern, Razor Views, URL Routing, Controllers, Filters, Helper Methods, Model Binding, Layouts, Validation, Ajax
• Brúka Entity Framework og LINQ til at arbeiða við databasum.
• Gera einfaldar Web Services við ASP.NET Web API.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka. Ongi hjálpiamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pro ASP.NET Core 6: Develop Cloud-Ready Web Applications Using MVC, Blazor, and Razor Pages 9th ed. Edition – Adam Freeman
Publisher : Apress; 9th ed. edition (February 25, 2022)
ISBN-10: 1484279565
ISBN-13: 978-1484279564
https://www.amazon.com/gp/aw/d/1484279565/ref=dp_ob_neva_mobile
Ábyrgd
Hannes Gislason