5041.24 - Designmynstur við Java
Skeiðsnummar
5041.24
Heiti
Designmynstur við Java
ECTS
7,5
Fortreytir
Objektrættað forritan við Java (Java 2), ella øðrum OOP forritanarmáli.
Endamál
At geva eina innleiðing í objekt-rættaðar grundreglur og designmynstur. Designmynstur eru væl testaðar loysnir til vanligar avbjóðingar innan menning av ritbúnaði. Tey eru at meta sum "best practices" til loysnir av vanligum design-uppgávum, sum endurtaka seg aftur og aftur. At brúka designmynstur snýr seg millum annað um at endurnýta kodu og design. Hetta tryggjar betri góðsku og burðardygd í samband við menning av nýggjum skipanum og leggur upp til, at tað skal vera lættari at dagføra, víðarimenna, og røkja skipanir í framtíðini.
Innihald
- Objektrættaði hugtøk, samband ímillum typur, markamót og klassar,
- UML-skrivihættir,
- Bólkar av designmynstrum,
- Vanlig designmynstur frá teimum ymisku bólkunum,
- Verksetan av designmynstrum í Java,
- SOLID prinsippini sum varðar á vegnum til góðan forritanarsið.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, dømir, venjingar, og heimauppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi vera før/ur fyri at:
- eyðmerkja og lýsa eitt tvísiffrað tal av teimum mest vanligu designmynstrunum,
- greiða frá nær og hvussu tey kunnu brúkast til at loysa vanligar avbjóðingar innan designmynstur,
- tulka grafiskar lýsingar av designmynstrum í UML,
- velja og grundgeva fyri vali av designmynstri til eina lýsta designavbjóðing,
- tillaga designmynstur til aktuellar applikatiónir,
- verkseta viðgjørd designmynstur í Java.
Próvtøkuháttur
Kravdar innlatingar sum verða dømdar staðið/ikki staðið og ein skrivlig próvtøka, sum verður dømd eftir 7-talsstiganum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Gev gætur: Allar innlatingarnar skulu latast inn til avtalaðar tíðir og vera góðkendar fyri at kunna innskrivast til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravt
Heiti: Head First Design Patterns - Building Extensible & Maintainable Object-Oriented Software
Rithøvundar: Eric Freeman, Elisabeth Robson
Forlag: O'Reilly Media, 2nd edition, December 2020, or later
ISBN-10: 149207800X, ISBN-13: 978-1492078005).
Møguliga ískoytistilfar sum verður útflýggjað undir skeiðnum.
Ábyrgd
Hilmar Simonsen