5017.23 - Stýriskipanir
Skeiðsnummar
5017.23
Heiti
Stýriskipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Kunnleika til teldur, vitan um programmering, forrit og hvussu
hesi hanga saman.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at geva ein inngang til
grundleggjandi hugtøk, hættir og bygnað av nútíðar stýriskipanum
til teldur, t.d. Linux, OSX, Android og Windows. Hesi vera
gjøgnumgingin, greinað, samanborin og praktiskar royndir verða
eisini gjørdar.
Innihald
Bygnaður av stýriskipanum, grundleggjandi hugtøk (funkur,
sniðgeving og bygnaður av einari stýriskipan, felags hugtøk í øllum
stýriskipanum, hvussu stýriskipanir hava ment seg og bygnaður av
tólmenni), prosess stýring (raðfesting, samhendingar-trupulleikar,
samskifti og deadlock), minni og goymslustýring, spjaddar
skipanir, spjatt samskifti, samskipan, fíluskipanir og trygd.
Stakkanningar og royndir við Linux, Windows og virtualisering.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, teoretiskar og praktiskar venjingar. Eisini eru kravdar
innlatingar, har 4 innlatingar skulu vera mettar til ”staðið”, fyri at
sleppa til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna:
• Skilja grundleggjandi meginreglur fyri greining, sniðgeving
og menning av stýriskipanum
• Kenna høvuðspartarnar í einari stýriskipan
• Sameina stýriskipan og forritanarmál, fyri at loysa
trupulleikar sum t.d. interruptstýring, hættir til prosesssamskipan/stýring og raðfesting av tilfeingisatgongd
• Staðfesta markamót ímillum stýriskipan og aðrar eindir
(tól- og rit-búnaður)
Próvtøkuháttur
Skrivlig 2 tímar próvtøka uttan hjálparamboðum (eingin telda, bók
ella annað skeiðstilfar)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Operating System Concepts, Enhanced Edition, 10th Edition
Abraham Silberschatz, Greg Gagne, Peter B. Galvin
Publisher: John Wiley & Sons; 9th Edition International Student
Language: English
ISBN: 978-1-119-32091-3 April 2018
https://www.wiley.com/enus/Operating+System+Concepts%2C+Enhanced+Edition%2C+10th
+Edition-p-9781119320913
Ábyrgd
Hans Blaasvær