3002.08 - Støddfrøði 1


Skeiðsnummar
3002.08
Heiti
Støddfrøði 1
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum eina innleiðslu í støddfrøðisgreining við atliti til nýtslu innan alisfrøði og verkfrøði.
Innihald
Kompleks tøl, grundleggjandi funktiónirnar, Taylor polynomium, l’Hospital’s regul, stamfunktiónir og integral, innleiðsla til differentiallíkningar, markvirði, rekkjur og konvergensur, potensrekkjur, Taylor og Maclaurin rekkjur, stutt um vektorar og matrisur, funktiónir í fleiri variablum, partiel differentiering, ketureglan í fleiri variablum, gradientur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning. Venjing við Maple forritinum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Hjálparamboð loyvd - undantikið teldur og lummaroknarar, ið kunnu gera abstrakt symbolska manipulatión (t.d. TI83, TI83plus og TI84 eru loyvd). Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Fyri at verða innstillaður til próvtøku skulu 4 av 6 innlatingum vera góðkendar.
Lestrarlisti
Robert A. Adams: .Calculus: a complete course. 6th ed. 2006, Toronto, Pearson Addison Wesley. Forritið Maple 10 ella nýggjari skulu studentarnir sjálvir útvega sær.
Ábyrgd
Petur Zachariassen