3003.08 - Støddfrøði 2


Skeiðsnummar
3003.08
Heiti
Støddfrøði 2
ECTS
7,5
Endamál
At kunna studentarnar um fleirdimensionella støddfrøðigreining við atliti til nýtslu innan alisfrøði og verkfrøði.
Innihald
Stationer virði og ekstrema hjá funktiónum í fleiri variablum, dupult- og trífald integratión, kartesiskir og polerir koordinatar, cylindriskir og kúlu koordinatar, generelt variabulskifti, vektorfelt og kurvuintegral, flatuintegral og fluksur, gradientur, divergensur og rotatión, Greens, Gauss’ og Stokes setningar, og nýtsla í alsifrøði og verkfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Hjálparamboð eru loyvd - tó undantikið teldur og lummaroknarar, ið kunnu gera abstrakta súmbolska manipulatión (t.d. TI83, TI83plus og TI84 eru loyvd). Fyri at verða innstillaður til próvtøku skulu 4 av 6 innlatingum vera góðkendar.
Lestrarlisti
Robert A. Adams: “Calculus: a complete course”, 6th ed. 2006, Toronto, Pearson Addison Wesley. Næmingarnir skulu sjálvir skaffa sær atgongd til Maple (versión 10 ella nýggjari).
Ábyrgd
Petur Zachariassen