3004.09 - Numerisk greining við MATLAB/Octave


Skeiðsnummar
3004.09
Heiti
Numerisk greining við MATLAB/Octave
ECTS
7,5
Endamál
At læra studentarnar grundleggjandi numeriskar metodur til loysn av verkfrøðiuppgávum og vísindaligum uppgávum við brúk av telduamboðinum MATLAB/Octave.
Innihald
Ikki-linjuligar líkningar: Newton, bisektión og fastpunkt metodur. Approksimatión av funktiónum og data: interpolatión, spline approksimatión og minstu-kvadrat metodur. Numerisk differentiering og integratión: trapez, Gauss og Simpson formlar. Sambundar linjuligar líkningar: LU faktorisering, iterativar metodur, Richardson og gradient metodur. Eginvirði og eginvektorar. Ordinerar differentiallíkningar: Euler og Crank-Nicolson metodur, prediktión og korrektion, system av differentiallíkningum. Numeriskar metodur til randvirðisproblem. MATLAB/Octave: Markamót umhvørvi. Notatión, syntaksur og operatiónir Útrokningarmannagongdir. Forritan. Grafikkur og datagreining. Import og eksport.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávur. Venjing við forritinum Matlab/Octave
Próvtøkuháttur
Kravdar stóruppgávur. Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Hjálparamboð loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
A. Quarteroni, F. Saleri: Scientific Computing with MATLAB and Octave, 2nd ed., Springer, 2006.
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen