3005.09 - Hagfrøði við R


Skeiðsnummar
3005.09
Heiti
Hagfrøði við R
ECTS
7,5
Endamál
At læra studentarnar grundleggjandi hagfrøði til loysn av verkfrøðiuppgávum og vísindaligum granskingaruppgávum við brúk av telduamboðinum R.
Innihald
Grundleggjandi R. Installering og heinting av program-pakkum. R-sessiónir, R-dokumentatión og hjálp. Talviðgerð, roknihættir, vektorar, objektir og forritan í R. Grundleggjandi brúk av program-pakkum og funktiónum í R. Sløg av data. Skipan, sambinding og goymsla av data. Innlesing og útlesing av data til og frá ymiskum datakeldum, t.d. tekstfílum og dátugrunnum. Framvísing av data við tekni-funktiónum í R. Frágreiðandi hagfrøði. Sannlíkindi og stokastiskir variablar. Diskretir tættleikar, binomial- og poisson-býtið, Kontinuerir tættleikar, normalbýtið. Tilvildarlig sýnistøka og sýnistættleikar. Punkt- og interval estimatión. Test av hypotesum. Styrki av testum (power), stór og smá sýni. Einføld linjurøtt regressión og einvegis variansanalysa (ANOVA).
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur og uppgávuloysn undir stuðlaðari vegleiðing og projektarbeiði. Dentur verður lagndur á nýtslu og sjálvstøðuga innlæring av hagfrøði við R. Arbeitt verður við smærri uppgávum, umframt at tvær stóruppgávur skulu latast inn til góðkenningar. Stóruppgávurnar skulu vísa kunnleika til telduamboðið R og førleika til at brúka R til verkfrøðiligar/vísindaligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í framløgu av stóruppgávum í kunnleika til hagfrøði við R. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
“Statistics and Data with R – An Applied Approach Through Examples”, Yosef Cohen and Jeremiah Y. Cohen. 2008. John Wiley and Sons Ltd. ISBN: 978-0-470-75805-2 (H/B).