3921.08 - Elektronikkur


Skeiðsnummar
3921.08
Heiti
Elektronikkur
ECTS
7,5
Endamál
At geva ein inngang til grundleggjandi elektronisk hugtøk og gevur eina samanhangandi viðgerð av digitalum og analogum rásum og lutum av avgerandi týdningi fyri nútíðar elektrotekniskari útgerð, ið er støðið fyri KST grundaða samfelagið og vinnulívið.
Innihald
Inngangur til streymrásir: Kirchoffs spennings- og streymlógir og líkningar. Spennings- og streymgerðar. Mótstøður, kondensatorar, induktiónir og transformarar. Thevenin og Mayer Norton lógirnar, superpositión. Transientgreining av 1. og 2. ordan. AC rásir og kompleksur impedansur. Analogur elektronikkur: Diodur, bipolerir og MOSFET transistorar, karakteristikkar og einfaldar javngildisrásir. CMOS og TTL. Styrkjarar, Ideellir operatiónsstyrkjarar og nýtsla. Schmitt triggarar, multivibratorar og bylgjuformsgerðar. A/D ogD/A umformarar. Digitalur elektronikkur: Boolsk algebra. Tal umboðanir, biner tøl í fortekns og tveykomplement umboðan. Kombinatoriskar greiningar og rásir. Karnaugh diagramm. Sekventiellar rásir við latchum og flipp-floppum og digitalar støðumaskinum. Nýtsla av digitalum rásum til registur, teljarar, multi- og demulti-pleksarar, kodarar og dekodarar, og bygnað av mikroteldum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, smáar verkætlanir og starvsstovuvenjingar við góðkenning av frágreiðingum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Vanlig hjálpiamboð loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
1. A.R. Hambley: Electrical Engineering, Principles & Applications, 4th ed. 2. M.Danielsen: Innleiðandi elektronikkur, støði undir dig. elektronikki 3. N. Storey: Electronics, A Systems Approach, 2nd ed. 4. J. F. Wakerly: Digital design, Principles and Practices, 3rd ed 5. M. Danielsen: 4 Laboratory exercises instructions
Ábyrgd
Magnus Danielsen