3922.08 - Digitalur elektronikkur og mikroteldur


Skeiðsnummar
3922.08
Heiti
Digitalur elektronikkur og mikroteldur
ECTS
7,5
Endamál
“Hardware-software integration” og forritan av heildar skipanum er týdningarmikil fyri KT grundaða vinnu og dagligdags nýtslur. Skeiðið leggur dent á greining av digitalum elektronikki frá grundleggjandi digitalum lutum til hástig hardware forritannar mál av digitalum integreraðum rásum, ið er heilin aftan fyri mikroteldu grundaðar skipanir. Mikroteldu bygnaður og nýtslur verða lýst út frá grundleggjandi funktiónseindum og rásum.
Innihald
Skeiðið umfatar grundleggjandi kombinatoriskar og sekventiellar lutir og rásir, Boolska algebra, talskipanir, kodur, og elektroniska greining av integreraðu rásunum SSI, MSI, CPLD og FPGA, m.a. kodarar, dekodarar, multi-/demultipleksarar, ymsar teljarar, registur, skiftiregistur, addarar og ALU rásir. Við støði í grundleggjandi digitalum elektroniskum hugtøkum er forritan av PLC rásum viðgjørd. Í skeiðinum er dentur lagdur á FPGA og CPLD, VHDL og Schematics Altera Quartus II ”software”, og umfatar tað forritan av ymsum digitalum grundleggjandi kombinatoriskum og sekventiellum rásum og sekventiellum logiskum maskinum. Mikroteldur og –kontrollarar, prinsippir og bygnaður eru viðgjørd, umfatandi ”hardware”,CPU, data-, adressu- og kontrol bussar, registur, ROM og RAM minni, seriu og parallell inn/útgangir, D/A og A/D, timing og umrøða av maskin- og assemblymálið.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, og starvsstovuvenjingar við góðtøku av frágreiðing.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka við hjálparamboðum. Galdandi próvtalsstigi.
Lestrarlisti
1. W. Kleitz: Digital Electronics with VHDL (Quartus II Version), Prentice Hall 2006 2. Notes on Microcontroller Supplementary: − Tim Wilmhurst: Designing Embedded Systems with PIC Microcontrollers, Elsevier 2007 − F.M. Cady: Microcontrollers and Microcomputers, Principles of Software and Hardware Engineering, Oxford University Press ‘97 − J. Crisp: Introduction to Microprocessors and Microcontrollers, 2nd ed., Elsivier 2003 − A.Clements: Computer Hardware, Oxford University Press 2006
Ábyrgd
Magnus Danielsen