3923.08 - Instrumentering


Skeiðsnummar
3923.08
Heiti
Instrumentering
ECTS
7,5
Endamál
At geva eina gjøgnumgongd av mátihættum og elektroniskum instru-menteringsskipanum, teirra neyvleika og kalibrering. Umfataðir eru framkomnir følarar og elektroniskir lutir til mátitól og -uppsetingar, umframt viðgerð í elektroniskum rásum, teldum, og útlesing (display).
Innihald
Grundleggjandi lýsingar og hugtøk innan mátihættir og instrumenteringsskipanir, statiskir og dynamiskir eginleikar, hagfrøðiligir eginleikar av mátaðum úrslitum, neyvleiki og feilir, kalibrering, statiskir og dynamiskir hættir til feilminking og kompensering. Óljóð og ávirkan av umhvørvi og last á mátað úrslit. Følarar til máting av t.d. frástøðu, flyting, ferð, akseleratión, trýsti, kraft, ”stress”, avskaping (”deformation”), rensli av vesku og gassi, hitastigi ljósi, elektromagnetiskum bylgjum og kemikalium. Følararnir eru ”transdusarar”, ið umskapa mátaðu støddina til elektriska spennings- ella streymstødd við hjálp av mótstøðu, kapasiteti, induktión, antennu, termoelektrisiteti, elektrokemi, piezoelektrisiteti, piezoresistiviteti, elektrooptik, fipuroptik ella elektroakustikki. Signalviðgerð við nýtslu av styrkjarum, signalkeldum, mátibrúgvum, filtrum, analog/digital umgerð, modulatión og demodulatión. Dátusavning, -stýring, elektroniskur flutningur og vísiskipanir. Dømi um nýtslur til instrumenteringsskipanir, t.d. til máting av væturensli, hitarensli, rørslum, kraft, kraftmomenti, trýsti, fukti, hitastigi, ljóði og ultraljóði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, starvsstovuvenjingar við góðkenning av frágreiðing.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka. Vanlig hjálpiamboð loyvd. Galdandi próvtalsstigi.
Lestrarlisti
1. J. P.Bentley: "Principles of Measurement Systems", 4th ed., Prentice Hall 2004 2. A. S. Morris: “Measurement and Instrumentation Principles”, 3rd ed. Elsevier 2001
Ábyrgd
Magnus Danielsen