3924.08 - Signalfrøði


Skeiðsnummar
3924.08
Heiti
Signalfrøði
ECTS
7,5
Endamál
Ein inngangur til greining og viðgerð av signalum av serligum týdningi fyri nýtslu í KST-skipanum, so sum fjarskifti, multimedia, seismikk, instrumentering og tekniskum stýriskipanum.
Innihald
Ein inngangur til kontinuert og diskret signal. Tíðarumboðaðan. Linjurættar tíðaróheftar signalskipanir, differentiallíkningar og differenslíkningar, konvolutión, blokdiagram og støðuvariablar. Signalini verða greinað í fýra bólkum av signalum og tilsvarandi Fourierumboðan, definitiónir, eginleikar og øvugta prosess: 1. Kontinuert tíð Fourierrøð (FS) fyri periodisk signal. 2. Disktet tíð Fourierrøð (DTFS) fyri periodisk signal. 3. Kontinuert tíð Fourier transformur (FT) fyri ikki-periodisk signal. 4. Diskret tíð Fourier transformur (DTFT) fyri ikki-periodisk signal. Digitalisering av analogum signalum: sampling og endurskapan, aliasing, kvantisering. Stokastisk signalgreining. Z-transformatión fyri diskret signal, definitión, eginleikar, øvugt z-transformatión. Diskret Fouriertransform (DTF) og “Fast Fourier transform” (FFT). Samanburður við Laplace- og z-transformar. Signalviðgerð verður nýtt tekniskt til spektrala greining, skipanar-greining og -realisering, yvirføringsfunktiónir, stabilitet, konvolution, dekonvolutión, auto- og krosskorrelatión. Analog og digital lágpass-, hápass-, bandpass- og band-stoppfiltur verða viðgjørd. Digitalu filtrini umfata IIR og FIR filtur. Dømi, t.d. í elektroniskum rásum, fjarskifti, seismikki, audio spektrogrammum og stýriskipanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka við hjálparamboðum. 13-próvtalsstigin.
Lestrarlisti
1. S. Haykin, B. V. Veen: “Signal and Systems”, 2nd ed. Wiley 2005 2. J.G.Proakis, D.G. Manolakis: Digital Signal Processing, 4th ed., Prentice Hall, 2007 3. P. Denbigh: “System Analysis & Signal Processing”, A-W 1998 4. H. P. Hsu: “Signals and Systems”, Shaums’s ser. McGraw-hill 1995 5. H. Baher: “Analogue and Digital Signal Processing”, Wiley 2001.
Ábyrgd
Magnus Danielsen