3925.08 - Kunningartøkni (KT) - støði


Skeiðsnummar
3925.08
Heiti
Kunningartøkni (KT) - støði
ECTS
7,5
Endamál
At geva ein inngang til grundleggjandi hugtøk um teldur og nýtslu av teldum til kunningartøkni. Luttakararnir læra støði fyri vanligari forritan og nýtslu av vanliga fyrikomandi forritum. Smáar verkætlanir verða gjørdar og skjalprógvaðar við frágreiðing um greining, design, tilevning og roynd av úrslitinum.
Innihald
Inngangur: Geva eina innleiðslu í evni innan kunningartøkni, hvussu tey verða brúkt og hvørjir møguleikar og broytingar stava frá KT-framstigum. WWW: Hyggja hvussu internetið og World Wide Web hava ment seg og – saman við persónligum hentleikaforritum sum kontórskipanir – hava ávirkað einstaklingar og fyritøkur. Arkitekturur og samskifti: Kunna um arkitekturin av telduskipan¬um og tólini at samskifta við og ímillum slíkar skipanir. Studenturin eigur at fáa eina almenna fatan av hesum evnum og vera førur fyri at viðgera og relatera hesa informatión til onnur evni og uppgávur. Databasur: Kunna studentarnar um databasur sum amboð til at stýra og umsita skráir av informatiónum fyri einstak¬lingar og fyritøkur. Eisini verður hugt eftir hvussu databasur virka sum partar av stórum KT-skipanum. Forritan: Kunna studentarnar um forritan sum eitt amboð. Arbeitt verður við uppgávum, sum fevna um grundleggjandi evni innan ’procedural’ og ’Object-Oriented’ forritan.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuloysn, telduvenjingar, tríggjar stóruppgávur við góðkenning av frágreiðing.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka, har 3. stóruppgáva er við í dømingini. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
1. J. A. Senn: “Information technology: Principles, Practice and Opportunities”, 3rd ed., Prentice Hall 2004 2. G. Beekman, M. J. Quinn: “Tomorrow’s Technology and You”, Prentice Hall 2008 3. S. Lauesen, “User Interface Design”, Addison Wesley 2005 4. Matlab manuals 5. Java manuals 6. Python manuals
Ábyrgd
Magnus Danielsen