3926.08 - Algoritmur og datastrukturar


Skeiðsnummar
3926.08
Heiti
Algoritmur og datastrukturar
ECTS
7,5
Endamál
At geva eina innleiðandi gjøgnumgongd av einfaldum algoritmum, tøknihættum og paradigmum. ICT skipanir hava grundleggjandi støði í nýtslu av algoritmum og datastrukturum í teldum.
Innihald
Meginreglur fyri databygnað, leititøkni, být-og-vinn, sortering, ”hashing”, úrveljing, ”greedy” algoritmur, grafalgoritmur, ”public-key” kryptoskipanir, dynamisk forritan, leiting í teksti, P og NP og NP-fullkomni, parallellar algoritmur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuloysn, smáar verkætlanir, telduvenjingar við góðkenning av frágreiðing.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Vanlig hjálpiamboð loyvd. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
1. R. Johnsonbaugh, M Schaefer, “Algorithms”, Prentice Hall 2006 2. P. Drake: “Data Structures and Algorithms in Java”, Prentice Hall 2006
Ábyrgd
Magnus Danielsen