3927.08 - Samskiftiskipanir til KST


Skeiðsnummar
3927.08
Heiti
Samskiftiskipanir til KST
ECTS
7,5
Endamál
At geva ein inngang til grundleggjandi hugtøk í samskiftis-verkfrøði og geva eitt umfatandi innlit í nýggjari digitalar og analogar samskiftisskipanir. Skeiðið inniheldur eina viðgerð av tekniskum støði fyri internet, datasamskifti, og fjarskiftisnet.
Innihald
Inngangur til og yvirlit yvir hughøk um tekniskar samskiftisskipanir, signal- og skipanargreining. Spektralir signal eginleikar. Flutningur av signalum við brúk av kaðalum, ljósleiðarum og radiobylgjum. Digitalt og analogt moduleraðar skipanir. Amplitudu-, fasu- og frekvens-modulatión, og -demodulatión. Frekvens, tíðar, rúm og kodu multipleksing og multipil atgongd (access). Sampling, digitalt pulsmoduleraðar skipanir og PCM. Nýtsla í telefon og elektroniskum atgongdarskipanum xDSL, SDH, og tíðar- og rúmbýtt skifti í telefonstøðum. Nýtsla í fartelefon GSM og UMTS. OSI modellið. Internet, IP, TCP, HTTP protokollir. Lokalnet, og tráðleys lokalnet (LAN), Blue tooth.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, smáar verkætlanir og starvsstovuvenjingar við góðtøku av frágreiðing.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar við hjálparaamboðum. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
1. M. Rosengrant: “Introduction to telecommunications”, 2nd ed. Prentice Hall 2007 2. “Understanding Telecommunications 1”, Ericsson, Studentlitt. 1998 3. “Understanding Telecommunications 2”, Ericsson, Studentlitt. 1998 4. A. Tannenberg: “Computer networks”, Prentice Hall 2003 5. Y. Zheng, S. Akhbar: “Networks for Computer Scientists and Engineers”, Oxford University Press 2002 6. J.A.Audestad:“Access and Transport Networks”,Artech House 2007
Ábyrgd
Magnus Danielsen