3928.08 - Stýriskipanir


Skeiðsnummar
3928.08
Heiti
Stýriskipanir
ECTS
7,5
Endamál
At geva eina innleiðing og eitt yvirlit um ástøði og metodur innan teldu-stýriskipanir og teldubygnað.
Innihald
Yvirlit yvir teldu-stýriskipanir. Stýring av bæði skiftandi og planløgdum uppgávum, samskipan, samskifti. Brúk av stutt-tíðar minni, virtuellum minni og langtíðar goymsla av data. Trygd og verja av teldustýriskipanum. Spjaddar teldu-stýriskipanir og fílskipanir. Stýriskipanir til ávís endamál. Kraftmiklar samvirkandi stýriskipanir. Kanning av stýriskipanum: MS Windows og Linux.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, lítlar verkætlanir, telduvenjingar. Kravdar frágreiðingar, sum telja við í próvdømingini av skeiðnum.
Próvtøkuháttur
Tvær kravdar uppgávur. Haraftrat ein 4-tíma long próvtøka teldum, við hjálpiamboðum og atgongd til netið, eftirfylgd av munnligari framløgu og spurningum. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur. Kravdar uppgávur og próvtøkan telja í lutfallinum 1:1:2.
Lestrarlisti
Abraham Silberschatz, Peter B. Gavlin, Greg Gagne, Operating System Concepts, 8th ed., 2010 (International Paperback Student Edition), John Wiley & Sons Inc., ISBN-13: 978-0-470-23399-3.
Ábyrgd
Magnus Danielsen