3929.08 - Dátugrunnar


Skeiðsnummar
3929.08
Heiti
Dátugrunnar
ECTS
7,5
Endamál
At geva eina innleiðing um ástøði og metodur innan databasur og umsiting av databasum.
Innihald
Skeiðið gevur teoretiska og praktiska vitan um nútíðar databasur, relatiónsdatabasu-modellið, ER-modellið, databasumálið SQL, integritets-bindingar, skipan av relatiónsdatabasum, objekt-rættaðar databasur, skipan og goymsla av databasufílum, index, hashing, databasuleitingar, databasubroytingar, databasutrupulleikar og loysnir, ymisk sløg av databasu skipanum. Í skeiðnum brúka studentarnir MySQL databasan til venjingar í umsiting og menning av databasum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, lítlar verkætlanir, telduvenjingar.
Próvtøkuháttur
Tvær kravdar uppgávur. Haraftrat ein 4-tíma long próvtøka teldum, við hjálpiamboðum og atgongd til netið, eftirfylgd av munnligari framløgu og spurningum. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur. Kravdar uppgávur og próvtøkan telja í lutfallinum 1:1:2.
Lestrarlisti
Abraham Silberschatz, Henry F. Korth, and S. Sudarshan. Database System Concepts, 6th edition, McGraw Hills Co., 2010.