5012.10 - Forrit og forritan í vinnuni


Skeiðsnummar
5012.10
Heiti
Forrit og forritan í vinnuni
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eitt gott innlit í yrkið sum KT-verkfrøðingur og í ymiskar starvsmøguleikar innan kunningartøkni.
Innihald
Hvat hendur í vinnuni og hvørjar KT-førleikar saknar vinnan? Hvørjar skipanir vera brúktar, hvør menning fer fram og hvussu rekur vinnan sínar KT-skipanir? Hetta eru spurningar sum verða viðgjørdir í hesum skeiði har bæði grundleggjandi teori um vinnuskipanir og gestafyrilestrar við fólki úr KT-vinnuni vera á skránni. Eisini fáa næmingarnir høvi til at arbeiða í bólkum, at gera sínar egnu kanningar, at gera skrivligar frágreiðingar og til at leggja hesar fram
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og bólkaarbeiði
Próvtøkuháttur
Munnlig einstaklinga-próvtøka við støði í bólkaarbeiðum og spurningum úr lærubók. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Business Information Systems, Paul Beynon-Davies, Paperback: 512 pages Publisher: Palgrave Macmillan (31 Mar 2009) ISBN-10: 023020368X ISBN-13: 978-0230203686 GBP 38.48 / DKK 356,43 við 1 mánaða forsendilsi frá amazon.co.uk. Skeiðsplanur.
Ábyrgd
Hannes Gislason