5013.10 - Innleiðandi forritan við C++


Skeiðsnummar
5013.10
Heiti
Innleiðandi forritan við C++
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina innleiðing í C++ og í forritan av einføldum forritum við C++.
Innihald
Grundleggjandi forritan. Sekvens, iteratión og val sum grundarlag fyri forritan av algoritmum. Datatypur og operatorar. Tú vilt brúka deilforrit, funktiónir og søvn (libraries) í C/C++ til skipan av forritum og til endurnýtslu av kotu. - datatypur og operatorar í C++ - sekvens, val og iteratión - strukturering av forritum - einfaldar algoritmur - funktiónir - parameturyvirføring við virðisog referensuparametrum - brúk av bókasavnsfunktiónum - brúk av standardklassum til t.d. streingir og tekstfílar - yvurlagring av funktiónum
Læru- og undirvísingarhættir
WebCT, fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki.
Próvtøkuháttur
Skrivlig web-próvtøka telur 4.5 ECTS og innlatingar telja 3 ECTS. Hjálparamboð loyvd. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Deitel & Deitel, Prentice Hall: HOW TO PROGRAM C++
Ábyrgd
Hannes Gislason