5022.10 - Web skipanir við ASP.NET/C#


Skeiðsnummar
5022.10
Heiti
Web skipanir við ASP.NET/C#
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at læra um menning av web skipanum við ASP.NET/C# amboðum - til at menna interaktivar databasudrivnar web skipanir.
Innihald
Menning av ASP.NET 4 heimasíðum við Visual Web Developer 2010 - ókeypis Express útgávan. Skapa HTML og ASP.NET heimasíður. Sniðgeving av ASP.NET heimasíðum og CSS, t.e. málið sum verður brúkt til at stílseta web síður. Optimera kodu við brúk av ASP.NET servara kontrollum. Forritan av ASP.NET heimasíðum við C# málinum. Skipan av ASP.NET heimasíðum við master síðum. Navigatión, brúkara kontrollar og validering av brúkara input. Smidligari brúkaramarkamót við ASP.NET AJAX. Effektir og animatiónir við jQuery. SQL leitingarmálið og SQL Server databasan. Vísing og dagføring av data við ASP.NET data kontrollum. Atgongd til objektir, databasur, XML v.m. við LINQ og ADO.NET Entity Framework. Data kontroll stýlar og data caching. Trygd í ASP.NET 4 heimasíðum. ASP.NET Profile heimasíður við innihaldi tillagaðar hvørjum einstøkum brúkara. Feilviðgerð, feilfinning og tracing við amboðum í Visual Web Developer.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við eini verkætlan og uppgávum úr lærubókini, sum verður stuðlað av stuttum fyrilestrum og vegleiðing frá undirvísarum á NVD og úr KT-vinnuni.
Próvtøkuháttur
4 tímar skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Beginning ASP.NET 4: in C# and VB (Wrox Programmer to Programmer) [Paperback] Imar Spaanjaars, Wrox; 1 edition (March 22, 2010). ISBN-10: 0470502215; ISBN-13: 978-0470502211. http://www.amazon.com/Beginning-ASP-NET-VB-Wrox-Programmer/dp/0470502215
Ábyrgd
Hannes Gislason