5027.10 - Datatrygd og góðska av forritum


Skeiðsnummar
5027.10
Heiti
Datatrygd og góðska av forritum
ECTS
7,5
Fortreytir
Gymnasielt miðnámsprógv við støddfrøði á minst B-stigi.
Endamál
At viðgera datatrygd og góðsku av forritum útfrá brúkara-, tekniskum- og virkis-sjónarvinkli. Skeiðið lærir teg grundleggjandi hugtøk til at greina og meta um góðsku- og trygdarviðurskifti, umframt at geva tær vitan um tiltøk fyri at minka um trygdarvandar til eitt støði, sum kann góðtakast. Skeiðið kemur eisini inn á søgulig og løgfrøðilig viðurskifti innan hetta øki.
Innihald
Yvirlit og modellir: grundleggjandi hugtøk, søguligt yvirlit, trygdar model, vegleiðingar til trygdar reglur. Hóttanir ímóti datatrygd: teldusnýkar, virusar, maskur og trojanar, data avlurting, broyting av data og sendara. Verja av datatrygd: fyribyrging, verja og dagføringar, stýring av brúkararættindum, kryptering, digitalur signatur og brúkara eyðmerking, eldverjur og onnur tól. Sampælið ímillum menniskju, tøkni og felagskapir sæð frá einum trygdar sjónarmiði: lógir og kunngerðir, trygd sæð frá brúkara sjónarmiði, vanda greining, ymisk tól og model til vanda greining, trygdar reglur, trygdar ætlanir í einum virki ella felagskapi, ISO 27001 og ISO 17799 standardurin.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skalt tú: - kunna skilja grundleggjandi hugtøk og model innan datatrygd, - kunna greina hóttanir ímóti datatrygd og fysiskari trygd har hesar hóttanir kunna uppstanda, - vita hvør verja er til taks og hvussu verjan kann brúkast, - kunna brúka fleiri trygdaramboð til verju og eftirlit við trygdini, - kunna gera bæði kvalitativa og kvantitativa trygdargreining, og - kunna skilja ymiskar metodur og model til trygdargreining og til handfaring av hóttanum
Próvtøkuháttur
Innlatingar telja 4.5 ECTS og ein verkætlanar frágreiðing 3 ECTS. Harumframt er ein 5 tíma long skrivlig próvtøka, sum er valfrí, men sum er neyðug fyri at kunna fáa hægstu próvtøl: B ella A fyri skeiðið. Annars kann í mesta lagi gevast C fyri skeiðið. Innlatingar og verkætlanarfrágreiðing eru kravd avrik, sum geva eitt samlað endaligt úrslit fyri skeiðið, um næmingurin ikki fer til próvtøku. Um næmingur fer til próvtøku, so kann próvtøkan hækka úrslitið fyri skeiðið, men ikki lækka tað.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Ross J. Anderson, Security Engineering. A guide to Building Dependable Distributed Systems, Wiley & Sons, 2001 ella nýggjari útgáva. Thomas R. Peltier, Information Security Risk Analysis, 2005 ella nýggjari útgáva. Viðmerking: 2001- og 2005-útgávurnar av hesum bókum kunna takast ókeypis niður av netinum.
Ábyrgd
Hannes Gislason