Bachelor í listaligum arbeiði
Útbúgving
Listaligt arbeiði er ein skapandi útbúgving, har tú mennir tínar førleikar til at arbeiða við egnum listaligum verkætlanum og tínum listaliga samleika.
Upptøkutreytir
Gevið gætur: Steðgur er í upptøkuni til Tónlist í 2026.
Formlig treyt fyri upptøku er, at tú hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Um tú søkir eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast, eftir nærri meting.
Haraftrat skalt tú lata inn minst fimm og í mesta lagi 10 síður av egnum ritlistaligum teksti, sum vísir tínar førleikar í skapandi skriving. Somuleiðis skalt tú lata ein stuttan motivatiónstekst (ein A4-síða) inn, har tú grundgevur fyri, hví tú søkir inn á útbúgvingina.
Títt ritlistaliga tilfar skal vera nýskrivað ella ikki áður útgivið, og tað kann vera til dømis yrking, stuttsøga, brot úr skaldsøgu ella líknandi. Tekstirnir kunnu vera á føroyskum ella øðrum norðurlendskum máli.
Ein metingarnevnd við rithøvundum og/ella bókmentafrøðingum metir um títt tilfar. Nevndin viðger ikki tilfar, sum fer út um ásetta vavið av teksti (í mesta lagi 10 síður av ritlistaligum teksti + ein síða við motivatiónsteksti).
Persónligir upplýsingar í tíni umsókn (navn, bústaður, aldur, próvskjøl o.s.v.) verða ikki sendar víðari til metingarnevndina. Vit mæla til, at tú letur títt ritlistaliga tilfar vera navnleyst í tann mun, tað er møguligt.
Metingarnevndin leggur í síni meting dent á, at tínir ritlistaligu tekstir málsliga, formliga og í stíli bera boð um eina sermerkta rødd. Eisini er tað ein fyrimunur, um tínir tekstir skapa sambond við evni, sum eru viðkomandi og nýhugsandi fyri vandar lesarar og bókmentaáhugað.
Tín motivatiónstekstur kann eitt nú greiða frá, hvørjar væntanir tú hevur til útbúgvingina, hvat tú vónar at læra á útbúgvingini, hvørji tekstsløg, tú ætlar at arbeiða við, um tínir tekstir hava sambond við ávís evni ella ástøðilig sjónarmið, hvørjar tínar íblástrarkeldur eru, og hvønn leiklut, tú vildi ynskt, at tín ritlist spældi í samtíðini.
Metingarnevndin leggur dent á, at tú í tínum motivatiónsteksti vísir tilvit um egna skapandi skriving.
Umsóknarfreist fyri kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni.
Innihald og skipan av útbúgvingini
Evnisøkið er skapandi listaligt arbeiði.
Verkliga verður dentur lagdur á skapandi skriving, neyvlesing og tekstsamrøður, og ymisk tekstasløg og frásagnar- og skrivihættir, til dømis poesi, fiktión, skapandi prosa og týðing.
Ástøðiliga verður dentur lagdur á undirvísing í kreativiteti, listaligari gransking og list í fagurfrøðiligum og bókmentaligum høpi.
Sum lesandi fært tú innlit í siðsøguna, sum myndar tína yrkisgrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at greina list úr skiftandi sjónarhornum.
Partur av undirvísingini er skipað sum tekstsamrøður, har studentarnir arbeiða við egnum tekstum og í felag lesa og viðgera tekstir hvør hjá øðrum. Tekstsamrøður eru karmur um viðgerð og kjak av verkum hjá studentunum, sum eru í skapanargerð.
Á útbúgvingini mennir tú førleikan at fyrihalda teg kritiskt til egin listalig avrik og at geva øðrum grundaðan kritikk. Hetta er við til at styrkja tín listaliga samleika og at eyðmerkja tína egnu rødd í skrivingini.
Endaliga verkætlanin og ritgerðin eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá tí lesandi mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum.
Úrslitið av verkætlanini er egið bókmentaverk, meðan ritgerðin er um verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni.
Í báðum førum verður sjálvstøðuga arbeiðið vegleitt av viðkomandi undirvísara.
Framtíðarmøguleikar
Prógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har tú í stóran mun myndar tína egnu yrkisleið.
Harumframt gevur útbúgvingin umsetiligar førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnulívi og stovnum, har nýskapan, menning og hugflog eru eftirspurd – tað verði seg sum teksthøvundur ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.
Framhaldandi útbúgving
Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla at fáa MA-prógv. Neyðugt er at kanna upptøkutreytir í hvørjum føri, tí útbúgvingarstovnar hava ymiskar reglur.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi lestrarumhvørvi mitt í hjartanum í Havn. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða innleiðsluviku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi.
Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð nær. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Havnina til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í listaligum arbeiði
BA in Creative Arts
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
- Tal á Lesandi 5-10 í 2026
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd.
Bygnaður
Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig. Ein partur av námsevnunum er ástøðilig evni, og ein partur er verkligt/útinnandi arbeiði við egnum listaligum verkætlanum.
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva | 5. lestrarhálva | 6. lestrarhálva |
Verkstova I 10 ECTS | Verkstova II 10 ECTS | Verkstova III 10 ECTS | Listaligt arbeiði 20 ECTS
| Skiftislestur/starvslæra 30 ECTS | Endalig verkætlan 20 ECTS |
Egið arbeiði I 10 ECTS | Egið arbeiði II 10 ECTS | Egið arbeiði III 10 ECTS | |||
Listaástøði I 10 ECTS | Listaástøði II 10 ECTS | Listaástøði III 10 ECTS | Listaástøði IV 10 ECTS |
| Ritgerð 10 ECTS |
Próvtøkur
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Irenu Tróndheim, lestrarvegleiðara, ella við at skriva til list@setur.fo
Umframt gymnasialt miðnámsprógv er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir listaligan førleika. Í minsta lagi fimm og í mesta lagi 10 síður av egnum skrivligum avriki (prosa og/ella yrking/poesi) skulu latast inn á føroyskum ella øðrum norðurlendskum máli.
Umsøkjarar skulu harumframt lata inn ein stuttan motivatiónstekst (ein A4-síða), har tú grundgevur fyri, hví tú søkir inn á útbúgvingina