Skriva út

BA í listaligum arbeiði

BA in art
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi uml. 15
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Í útbúgvingini eru tvær leiðir, ritlist og tónlist, og felags fyri báðar leiðirnar er, at námsevnini eru bæði verklig og ástøðilig. Endamálið við  býtinum er, at studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egið skapandi listaligt arbeiði.

Bygnaður

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.

 

1. lestrarhálva

2. lestrarhálva

3. lestrarhálva

4. lestrarhálva

5. lestrarhálva

6. lestrarhálva

Verkstova 1

 

10 ECTS

Verkstova 2

 

10 ECTS

Verkstova 3

 

10 ECTS

Listaligt

arbeiði

Starvslæra

ella

Egin  verkætlan

og

ritgerð

 

Egið arbeiði 1

10 ECTS

Egið arbeiði 2

10 ECTS

Egið arbeiði 3

10 ECTS

 

20 ECTS

Skiftislestur

+ 6. hálvu seminar og vegleiðing

Ástøðiligt

skeið

-fagurfrøði-

 

 

10 ECTS

Ástøðiligt

skeið

-skiftandi evni-

 

 

10 ECTS

Ástøðiligt

skeið

-skiftandi evni-

 

 

10 ECTS

Listaseminar

 

 

 

 

10 ECTS

 

 

 

 

 

30 ECTS

 

 

 

 

 

30 ECTS

 

 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin tekur trý ár (180 ECTS) og er býtt sundur í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur. Felags fyri báðar leiðirnar er, at tveir triðingar av námsevnunum eru verkligir og ein triðingur ástøðiligur. Endamálið við hesum býtinum er, at studenturin bæði ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd. Tey, ið fáast við bæði ritlist og tónlist, hava møguleika at fylgja undirvísingini og fara til próvtøku á báðum leiðum. Tó kunnu tey einans fáa útskrivað prógv í leiðini, sum tey eru innskrivaði til, hóast tey fáa skrásett allar próvtøkur og próvtøl í endaliga próvnum.

Innihald

Evnisøkið er skapandi  listaligt arbeiði. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini  sum studenturin velur.  Verkliga verður dentur lagdur á arbeiði í verkstovum bæði innan ta listagrein, sum studenturin hevur valt, og millum listagreinir (80 ECTS). Ástøðiliga verður dentur lagdur á vitan um list í heimspekiligum, fagurfrøðiligum og bókmenta- ella tónleikafrøðiligum høpi (40 ECTS).  Fyrra hálva í triðja árinum í útbúgvingini er antin skiftislesnaður uttanlands ella starvslæra í Føroyum ella uttanlands (30 ECTS). Í seinnu hálvu triðja árið verður arbeitt við  egnari listaligari verkætlan (20 ECTS) og ástøðiligari ritgerð (10ECTS).

Áherðsla verður løgd á grundleggjandi vitan um list og listaligt arbeiði bæði ástøðiliga og verkliga. Frá byrjan verður arbeitt stigvíst við at menna førleikarnar at brúka ástøðiliga vitan í  sjálvstøðugum listaligum arbeiði.

Útbúgvingin er granskingargrundað og miðar móti sjálvstøðugum, skapandi listaligum arbeiði innan einstakar listagreinir og tvørtur um mørk millum listagreinir.

Tað eyðkennir útbúgvingina, at ástøði og verkligar royndir hanga saman. Í verkliga partinum verður lagt upp til verkætlanir, sum ganga tvørtur um hevdbundin mørk millum listagreinir. Harumframt verður mælt til, men ikki kravt, at studentarnir eftir útbúgvingina nýta møguleikan at halda fram á øðrum útbúgvingarstovni. Hvør einstakur studentur ger sær frá byrjan eina avriksmappu (portfolio) til skjalfestingar og nýtslu í sambandi við umsóknir og upptøkuroyndir. 

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Ein treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka í undirvísingini.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Umsóknarfreist fyri kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni.

Framtíðarmøguleikar

Prógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði og harumframt starvsmøguleikar í miðlum, tónleikavinnuni, á lista- og mentanarstovnum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir lokna útbúgving ber til at søkja um upptøku til MA-lestur á øðrum útbúgvingarstovni. Neyðugt er at kanna upptøkutreytir í hvørjum føri, tí útbúgvingarstovnar hava ymiskar reglur.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at skriva til list@setur.fo

 

Upptøka

BA í listaligum arbeiði tekur næstu ferð upp lesandi í 2021.

Tímatalva

tímatalva heystið 2020

Meira
Skeiðslýsingar
Meira