1665.21 - Mentorsamrøður Ritlist


Skeiðsnummar
1665.21
Heiti
Mentorsamrøður Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at stuðla, menna og styrkja studentin í arbeiðinum við egnari ritlist. Í samráð við útbúgvingarleiðaran velur studenturin ein mentor, sum skal vegleiða studentin í skrivingini og veita studentinum amboð til at framleiða ítøkilig ritborin úrslit.
Innihald
Mentorur og studentur leggja eina ætlan fyri hálvuna, sum er lagað til tað tekstaslag og ta skaldskapargrein, sum studenturin arbeiðir við. Umvegis samrøður við mentor, neyvlesing og kritikk arbeiðir studenturin við at eyðmerkja og menna egna ritlist og skrivistíl.
Læru- og undirvísingarhættir
Mentorur og studentur møtast 10 tímar í alt í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum einsæris samrøður, har egna ritlistin hjá studentinum verður viðgjørd og ment. Afturat egnum tekstum hjá studentinum lesa mentorur og studentur annað fagurbókmentaligt tilfar, sum skal virka sum íblástur til skriviarbeiðið hjá studentinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá arbeiðsgongd við egnum teksti - greina sermerki og eyðkenni við egnum tekstir við atliti at stíli, tekstaslagi og tilvísingum - meta um menning av egnum teksti
Próvtøkuháttur
Avriksmappa + fylgiskjal verður latin inn við skeiðsenda (10 - 15 síður).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Studentur og mentorur koma ásamt um ein lestarlista við tilfari sum samhóskar við og avbjóðar tekstliga arbeiðinum hjá studentinum. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska